
Fyri einum stórum tíma síðani gjørdist greitt, at Føroyar í heyst skulu royna seg á heimavølli og útivølli móti Andorra, Malta og Lettland. - liðum sum Føroyar hava fingið 15 stig ímóti í átta dystum seinastu 41 mánaðirnar.
Les eisini: Til Andorra, Malta og Lettland
Nations League: Her er yvirlitið yvir allar bólkarnar
Í viðmerking við Portalin úr Amsterdam sigur Håkan Ericson, at talan var um eitt trupult lutakast, sum tó er gott og sum gevur spenningar avbjóðingar:
- Vit fingu helst tann torførasta bólkin gjørligt, men talan er um eina spenanndi avbjóðing, og eg vænti, at talan verður um nakrar javnar og góðar dystir. Vit fara ikki at vera so nógv við undirlutan, sum man annars ofta sær eitt lið sum Føroyar í einari undankapping. Í dystunum fáa vit helst møguleikan at vera rímuliga nógv á bóltinum og legga meira dent á tað álopskenda spælið - serliga í heimadystinum. Dystirnir í heyst verða ein góð fyrireiking hjá okkum til komandi HM-undankapping.
Føroyar hava roynt at vunnið á Malta (tvær ferðir), Andorra og Lettlandi seinastu árini. Nýggi landsliðsvenjarin sigur, at tað er gott hjá Føroyum at royna seg í favorittleiklutinum í nøkrum dystum:
- Tað er eitt gott mentalt øvilsi, og vit fara sjálvandi at royna at vinna bólkin. Tað skal man veruliga fara eftir, tá møguleikin er har. Tað verður tó sum sagt helst tætt í bólkinum.
Síðst í hesum mánaðinum skulu Føroyar spæla tveir venjingardystir. Fyrst í Herning móti Danmark og síðani í Androrra, har liðið hjá Håkani Ericsyni eisini skal vitja í heyst.
- Í Danmark verður talan um ein eina sera trupla uppgávu, har vit ikki kunnu vænta, at vit fara at hava bóltin nógv - tó at vit í løtum skulu kunnu skapa nakað frameftir. Talan er um heilt ólíkar uppgávur, tí í Danmark skulu vit mest hugsavna okkum um verjuspælið, men móti Andorra kunnu vit betri venja okkara álopsspæl. So vit koma at arbeiða við báðum tingunum, eins og vit fara at gera tað í heyst.
Dystirnir í Nations League verða leiktir í september, oktober og november, tveir dystir í hvørjum mánaði. Júst hvar og nær hvør dystur verður leiktur, royna umboð fyri londini nú at finna útav.
Dysturin í Herning 27. mars móti dønum verður fyrsta uppgávan hjá Håkani Ericssyni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald