Basel, Sveis (Portalurin): - Vit, sum áskoðarar, góvu manslandsiðnum eitt "boost" í Berlin, og vit vita, at áskoðarar geva nakað eyka. Vit skulu brúka tað og bara njóta at spæla í hesum rammunum.
Hetta segði Lukka Arge við Portalinum í gjár. Á dystardegnum í dag verður fjepparaupphiting tætt við dystarhøllina, og undir EM-aðalroyndini fara nakrir hundrað føroyingar at koyra á kvinnulandsliðið.
Lukka Arge nevndi í gjár áskoðarastuðulin í Berlin. Har var landsliðsspælarin sjálv við og stuðlaði monnunum (nummar 46 - Savnsmynd: Sverri Egholm)
Lukka Arge hevur ikki spælt fleiri enn fimm landsdystur. Øll hennara tólv mál eru komin í sambandi við brotskøst, og hennara evni til hetta kunnu koma Føroyum til góðar í kvøld og frameftir. 20-ára gamla Lukka er vanliga ísakøld úr sjey metrum við hørðum og góðum brotskøstum, og er hon í dagsins dystarhópi.
H71-spælarin, sum er uppvaksin í Danmark, hevur væl merkt, at hetta er nakað serstakt at fyrireika seg til. Nú gleða hon og hinar seg bara til at koma í gongd í Basel.
Hoyr ljóðsamrøðu, sum vit gjørdu við Lukku Arge á gistingarhúsinum í gjár, á bjálkanum ovast
EM-endaspæl 2024 - bólkur D
1. umfar - fríggjadagin 29.11
17.00: Sveis - Føroyar
Portalurin er á staðnum og hevur beinleiðis blogg við millum annað myndu í tímunum upp til dystin og undir sjálvum søguliga dystinum. Kringvarpið vísir dystin
Les eisini: Søguligur føroyskur hondbóltsdagur í Sveis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald