Fótbóltur

Søguligur føroyskur hondbóltsdagur í Sveis

Klokkan 17 bresta Føroyar saman við vertunum. Til ber at fylgja við seinnapartin og út á kvøldið á Portalinum. Kringvarpið vísir dystin.

Pernille Brandenborg leiðir í kvøld føroyska liðið út til stóran dyst í Sveis. Heimaliðið er favorittur - í føroysku leguni heldur man, at tað helst er í hesum dystinum, at man kann spæla upp við mótstøðuliðið (Mynd: Sverri Egholm)

Pernille Brandenborg leiðir í kvøld føroyska liðið út til stóran dyst í Sveis. Heimaliðið er favorittur - í føroysku leguni heldur man, at tað helst er í hesum dystinum, at man kann spæla upp við mótstøðuliðið (Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-29 08:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Basel, Sveis (Portalurin): Í januar spældi manslandsliðið sínar fyrstu endaspælsdystir í Berlin. Nú fáa føroysku kvinnurnar sín elddóp í einum endaspæli.

Tað er eisini talan um EM. At 24 lond nú eru við gjørdi, at Føroyar komu í endaspælið sum ein av teimum fýra bestu trý'arunum í undankappingini. Soleiðis var eisini hjá monnum.

Sí eisini - samrøður:
Turið Arge Samuelsen hevði ikki torað at droymt um hetta
Maria Pálsdóttir Nólsoy: - Enn ikki heilt skilt at vit eru til EM
Jana Mittún: - Hugsavna okkum um uppgávuna

Nú snýr tað um at gera vart við seg í Sveis og royna at spæla við um stig - kanska serliga í kvøld. Tað er eisini ein umráðandi varði á vegnum, og hjá einum ungum liði kunnu hesir næstu dagarnir geva virðismiklar royndir til framtíðina.

[object Object]Yvirlit yvir føroyska hópin sæst við at trýsta á myndina

Miðalaldurin hjá Føroyum er beint omanfyri 23 - eftir øllum at døma lægst í kappingini

Sí eisini: Vilja vísa at tað ber til

Sveis var við til sítt fyrsta endaspæl á kvinnusíðuni fyri tveimum árum síðani. Menningin er eisini týðilig har, men nú er nakað av trýsti á Sveis: Á heimavølli móti lægst styrkismetta liðnum í bólkinum.

Føroysku fjeppararnir í Basel fara at hita upp tætt við høllina seinnapartin og fara sjálvandi at royna at gera sítt. Stórur spenningur er undan uppgerðini í St. Jakobshalle, sum byrjar klokkan 17 føroyska tíð.

[object Object]
Stóra St. Jakobshalle sum er tætt við har flestu føroyingarnir búgva í Basel

Sí eisini: 
Vænta umleið 400 føroyskar fjepparar
Á gáttini til nýtt ævintýr
Fótbóltssapælarar og familja í Sveis og stuðla EM-liðnum

Portalurin er á staðnum og hevur ymiskt tilfar, sum dagurin gongur. Seinnapartin lata vit upp fyri okkara beinleiðis bloggi, sum verður frá einaferð undir upphitingini til eftir dystin. Har fara vit at lýsa støðuna í Sveis við serliga myndum og teksti. Aftaná dystin taka vit samanum við tí sama, umframt samrøðum.

Kringvarpið vísir dystin og byrjar at senda klokkan 16.15.

[object Object]
Taktisku fyrireikingarnar eru so at siga av (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Stórir dreymar í stóru sveisisku høllini (Myndir)

EM-endaspæl 2024 - bólkur D
1. umfar - fríggjadagin 29.11
17.00: Sveis  - Føroyar

(19.30): Danmark - Kroatia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder