Basel, Sveis (Portalurin): Føroyski hópurin man vera tann yngsti í øllum endaspælum, ella í øllum førum nær við tað.
Miðalaldurin er 23,1 ár fyri tær 18 spælararnar, sum í dag ferðaðust til endaspælið í Sveis úr Føroyum.
Sí eisini: Á gáttini til nýtt ævintýr
Vit hava hugt leysliga eftir hinum 23 hópunum. Har liggja teir nakað omanfyri, og teir flestu nøkur ár omanfyri. Til dømis hevur Ísland omanfyri 26 ár.
Yvirlit yvir føroyska hópin sæst við at trýsta á myndina - ella niðast her.
Miðalaldur: 23,1
Um hugt verður nærri eftir til dømis Danmark, sum Føroyar spæla seinasta bólkaspælsdystin ímóti týsdagin 3. desember, so er miðalaldurin á sterka og roynda liðnum hjá Jesper Jensen 29,25 ár - seks ár hægri enn tann hjá Føroyum
Fyrsta mótstøðuliðið, Sveis, er tó nakað øðrvísi. Kvinnuhondbólturin hjá Sveis hevur verið fyri rímiliga stórari menning seinastu fáu árini, og liðið, ið varð til EM-endaspælið í 2022 eisini, er framvegis rættiliga ungt. Miðaaldurin fyri tær 18 úttikinu hjá vertunum er 23,3. Tað vil siga beint omanfyri liðið, sum Claus Mogensen og Simon Olsen hava tikið út.
Danska TV2 viðgjørdi í stuttum hóparnar í sending fyrr í vikuni. Har varð millum annað nevnt, at Rumenia við einum miðalaldri á umleið 24 ár, mátti vera millum londini við tí lægsta.
Framtíðin kann vera við føroyska liðnum - skulu fáa virðismiklar royndir í Sveis
Á føroyska liðnum er meginparturin av spælarunum millum 20 og 25 ár. Bjarta Johansen, Turið Arge Samuelsen, Brynja Høj og Pernille Brandenborg eru tær, sum hava verið við longst og hava verið við at laða grundina. Tær yngstu eru 19-20 ár: Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe (f. 2005), og Lukka Arge, Maria Pálsdóttir Nólsoy og Bjørk Franksdóttir Joensen (f.2004). Síðani eru fleiri fyrsti í tjúgunum (Sí fult yvirlit niðast)
Sí eisini - samrøður:
Brynja Høj: - Fyrst og fremst skal verjuspælið vera í lagi
Jana: - Hugsavna seg um stóru uppgávuna - vóna at áskoðararnir fara at hugna sær
Beinta tekur sær av vøddunum og menniskjanum (Ljóð)
Fótbóltsspælarar og familja í Sveis og stuðla føroyska liðnum
Pernille Brandenborg (27 ár) er liðskipari og hevur flest landsdystir (43). Turið Arge Samuelsen hevur ein færri, og Bjarta Johansen - elsti spælarin - hevur nú beint undir 40 (Mynd: Sverri Egholm)
At tær allarflestu í føroyska hópinum hava spælt undir 25 landsdystir sigur eitt sindur um, hvussu ungt liðið er, og at Føroyar ikki hava verið við, har tað er heilt stuttligt áður.
Føroysku kvinnurnar eiga framvegis ikki serliga nógvar undankappingarsigrar, og snýr fyrsta endaspælið seg serliga um at fáa royndir á slíkum stigi. Aldurssamansetingin, og tað at fleiri føroyskir spælarar eru við at fáa støðufesti á hægri stigi uttanlands, gera, at framtíðin kann vera við hesum føroyska liðnum.
Fríggjadagin klokkan 17 skal tað í eldin móti sveisku vertunum, har Føroyar eisini skulu prógva, at man væl kann vera við á stóra pallinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald