Hondbóltur

Vilja vísa at tað ber til

Føroyska liðið er fyrireikað til stóru uppgávuna móti sveisisku vertunum í morgin. Sí nakrar myndir av gistingarhúsinum og les, hvat venjararnir, sum droyma um stig og fara eftir toppstignum, søgdu á tíðindafundinum.

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Marita Mortensen og Sjúrður Hildarson Hoydal (Mynd: Sverri Egholm)

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Marita Mortensen og Sjúrður Hildarson Hoydal (Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-28 11:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Basel, Sveis (Portalurin):- Vt eru errin av, at skulu spæla hetta endaspælið og ætlanin er, at vit skulu fáa so nógv burturúr sum gjørligt.

Soleiðis byrjaði Claus Mogensen, høvuðsvenjari hjá Føroyum, fyrsta tíðindafundin á spælaragistingarhúsinum í Sveis. Hann greiddi síðani frá, hvat føroyska liðið skal royna at gera á vøllinum í Sveis

- Tað snýr seg um at jagstra okkara toppstig. Um vit raka tað, so trúgva vit uppá, at vit kunnu arga – longu nú í fyrsta dystinum. Vit droyma sjálvandi um stig, men tað mest týdningarmikla er, at vit vísa okkum væl fram og prógva at vit kunnu vera við. Við tí síggja ungir hondbóltsspælarar, at tað ber til. Vónandi kann hetta endaspælið stimbra, og Føroyar skulu byggja á hetta.

[object Object]Yvirlit yvir føroyska hópin sæst við at trýsta á myndina

Miðalaldurin hjá Føroyum er beint omanfyri 23

Royndi danski venjarin og hjálparvenjarin hansara, Simon Olsen, staðfestu, at føroyska liðið skal halda fokus uppá tað, sum hendir innanfyri strikurnar

- Hetta er ein nýggjur pallur hjá okkum. Serliga at spæla fyri 6.000-7.000 áskoðarum í fyrsta dystinum. Spennandi verður at síggja, hvussu vit handfara tað. Mest av øllum gleða vit okkum nógv, sigur Simon Olsen, sum áðrenn hann gjørdist hjálparvenjari í fjør var í H71 í nøkur ár.

Sí eisini: 
Vænta umleið 400 føroyskar fjepparar
Á gáttini til nýtt ævintýr
Fótbóltssapælarar og familja í Sveis og stuðla EM-liðnum

Portalurin spurdi høvuðsvenjaran um, hvat Føroyar serliga skulu gera rætt í annaðkvøld, og hvat fyri mórsstøðulið Sveis er.

- Sveis hevur ikki nakra stóra søgu í kvinnuhondbólti men er var við til síðsta EM og er í stórari menning - nógvir spælarar eru nú í størri feløgum. Liðið hevur vunnið seks dystir á rað og hevur harvið sjálvsálit.

- Tær spæla "skandinavist" við 6-0 verju og við at seta nógv ferð á. Vit skulu "enda álopini" við skotum og ikki gera ov nógvar tekniskar villur. Tí annars verða vit revsaðar í kontraspælinum. Tær hava ein ógvuliga sterkan strikuspælara í Tabeu Schmid (liðfelagi hjá Pernille Brandenborg í København, red.), sum skorar eina rúgvu av málum. Hana skulu vit royna at stýra. Hetta kann gerast ein dystur við nógvum málum, sigur Claus Mogensen at enda.

Føroyska liðið hevur eitt stórt felagshøli á stóra gistingarhúsinum mitt í Basel. Her vóru HSF-umboð og miðlar til staðar nú – sí nakrar myndir niðanfyri. Venjing er í dystarhøllini um eina løtu – fyrsta EM-upgávan verður í morgin klokkan 17 føroyska tíð móti vertunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder