Hondbóltur

Myndir: Stórir dreymar í stóru sveisisku høllini

Føroyska liðið fínpussaði fleiri ting í St. Jakobshalle tíðliga seinnapartin. Aðalroyndin í einum EM-endaspæli hjá kvinnum stendur her í morgin, fríggjakvøldið.

Marita Mortensen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen í Sj. Jakobshalle, har pláss er fyri eini 7.000 áskoðarum (Mynd: Sverri Egholm)

Marita Mortensen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen í Sj. Jakobshalle, har pláss er fyri eini 7.000 áskoðarum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-28 14:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Basel, Sveis (Portalurin): Um eitt stórt samdøgur stendur slagið við Sveis, og Føroyar hava nú havt sína seinastu venjing undan søguliga dystinum.

EM-endaspælið fer í gongd í kvøld, og í morgin byrjar bólkurin hjá Føroyum.

Sveis er ein av trimum vertstjóðum, og hetta má metast at vera liðið, sum føroysku kvinnurnar á pappírinum hava best møguleika at spæla upp ímóti /fáa stig ímóti í kappingini.

Sí eisini: Vilja vísa at tað ber til

Pláss er fyri umleið 7.000 áskoðarum í St. Jakobshalle, har Danmark og Kroatia (okkara bólkur), umframt Spania, Portugal, Pólland og Frakland eisini fara at spæla bólkaspælsdystir.

Føroysku áskoðarnir vera greitt við undirlutan í tali í morgin, men tey umleið 400 fara heilt víst at gera sítt í tí eina horninum av stóru høllini.

Sí eisini: 
Vænta umleið 400 føroyskar fjepparar
Á gáttini til nýtt ævintýr
Fótbóltssapælarar og familja í Sveis og stuðla EM-liðnum

Allar 18 í hópinum vandu í dag. Tvær teirra vera ikki á dómaraseðlanum til dystin í morgin. Arbeitt varð nógv við verjuspælinum.

Sí nakrar myndir frá venjing niðanfyri bjálkan

[object Object]Yvirlit yvir føroyska hópin sæst við at trýsta á myndina - ella niðast her.

Miðalaldur: 23,1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder