- Eg haldi tað er harmiligt, at hann ikki er á síðulinjuni hjá teimum, og tað er eisini harmiligt, at eg ikki er á síðulinjuni, tí tað hevði verið betri fyri báðar partar.
Tað heldur Bodø/Glimt-venjarin, Kjetil Knutsen. KÍ er mótstøðulið í annaðkvøld, og tað markháttliga er, at hvørgin av høvuðsvenjarunum sleppur at sita á síðulinjuni tá dysturin verður bíkslaður í gongd klokkan 17 føroyska tíð.
Mikkjal Thomassen fekk leikbann tá hann á heldur óhepnan hátt gjørdi dómararnar varugar við, at útiliðið dróg tíðina út, tá KÍ í fjør tapti móti RFS úr Litava.
Mikkjal Thomassen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hjá norska venjaranum Kjetil Knutsen var tað ein hending, sum hendi eftir dystarlok, tá Bodø/Glimt hevði vunnið 2-1 í fjórðingsfinaluni móti AS Roma í Conference League 7. apríl í ár.
Eftir øllum at døma fóru norsku venjarin og málmansvenjarin hjá AS Roma til hendurs. Leikbannið hjá Kjetil er í tríggjar dystir.
Kjetil í bláum vesti á Aspmyra leikvøllinum fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)
Teir báðir kenna hvønn annan, og hava eitt nú tikið venjaraskeið saman í Norra. Eisini hevur Mikkjal Thomassen verið á vitjan hjá Glimt og hugt eftir umstøðunum. Hetta var áðrenn liðini vistu, at tey skuldu spæla ímóti hvørjum øðrum í Champions League.
- At vit skulu standa her í morgin og møtast andlit til andlits, er nakað serligt, hóast tað nú verður frá áskoðaraplássunum helt Kjetil Knutsen fyri á Aspmyra leikvøllinum fyrrapartin.
Les eisini: - KÍ er sum eitt føroyskt Glimt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald