- Ja, hetta verður helst tann størsta kappingin vit koma at koyra í ár.
Soleiðis sigur Torkil Veyhe um kappingina, sum hann skal súkkla í Belgia og Niðurlondum í dag.
Kappingin eitur GP Schelderprijs og er ein av sokallaðu várklassikarunum. Liðið hjá Torkili, Team Riwal Readynez er eitt sokallað kontinental pro-lið, sum er deildin beint undir teimum bestu, world tour liðunum.
Kappingin í dag er flokkað 1.HC og tað merkir, at tað ikki bert eru tey bestu liðini, sum luttaka, men at tað eisini er pláss fyri hesum pro kontinental liðunum.
Millum world tour liðini, sum Torkil skal royna seg móti í dag eru Quick Step, Lotto Soudal, Bora-hansgrohe, EFEducation First, Team Dimension Data, Team Katusha, Team Sky, Team Sunweb, Trek-Segafredo og UAE-Team Emirates.
Millum súkklarar, ið vit eisini kenna frá Tour de France og hinum várklassikarunum, kunnu nevnast André Greipel, Rick Zabel, Marcel Kittel, Edvard Boason Hagen, Juraj Sagan, Marcus Burghardt, Michael Mørkøv, Tim Declercq og Fabio Jacobsen.
Torkil Veyhe greiðir soleiðis frá kappingini:
- Hetta er ein flatur teinur, og vit koyra heilt út við sjógvin, har tað kann vera nógvur vindur, og møguleiki er fyri, at vit verða spjaddir í fleiri bólkar. Vanliga er taðsprintararnar, sum vinna hesa kappingina.
- Fyri okkum er Nicolai Brøchner besta boð. Hann er við aftur eftir knæskaðan undir Tour de Normandie.Tað er eitt ivasamt, hvussu hann hevur tað, og um hann heldur allan vegin.
- Mín uppgáva verður fyrst av øllum at fáa Brøchner so langt sum møguligt, geva honum lívd, so hann ikki skal brúka so nógva orku sum møguligt. Vit skulu eisini royna at sleppa við um bólkar rýma avstað, men tað verður ikki mín fyrsta raðfesting í hesi kappingini, har eru aðrir, sum skulu halda seg framat, sigur Torkil Veyhe, sum tekur samanum soleiðis:
- Støðið er sera høgt, so tað verður trupult at vinna. Vónandi klára vit at hava ein við millum tíggju teir fyrstu.
Kappingin frá Terneuzen til Schoten uttan fyri Antwerpen er góðar 203 kilometrar. Ættin í dag er landnyðringur, so súkklararnir fáa vindin inn á bógvin á veg eystureftir frá Zeeland í Niðurlondum móti Antwerpen í Belgia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald