Í Eysturríki er navnið Knudsen als ikki ókent. Fyri 31 árum síðan var Jens Martin Knudsen ein av høvuðsorsøkunum til, at allur fótbóltsheimurin varð skelkaður, tá føroyska A-landsliðið við monnum vann 1-0 á Eysturríki í EM-undankappingardysti.
Tá Eysturríki tók ímóti Føroyum í HM-undankappingardysti á Ernst-Happel leikvøllinum sunnukvøldið var ein annar Knudsen at síggja á vøllinum. Tað var sonur mannin við topphúgvuni, Petur Knudsen, ið fekk sínar fyrstu minuttir fyri A-landsliðið
– Tað var ein góð kensla at fáa sínar fyrstu minuttir sum A-landsliðsspælari. Tað hevur eisini leingi verið ein dreymur og eitt mál, ið eg havi sett mær. So ja, eg eri glaður fyri at Håkan Ericson gav mær møguleikan, sigur Petur Knudsen við heimasíðuna hjá FSF.
Les eisini: Petur fekk sín fyrsta A-landsdyst
Fótbóltsspælarar eru ongantíð nøgdir við eitt tap, men Petur Knudsen heldur kortini, at føroyska liðið kann taka nógv positivt við sær úr dystinum móti eysturríkarum, og 22-ára gamli NSÍ-leikarin er vísur í, at Føroyar fara at fáa fleiri stig í hesari undankappingini
– Vit eru sjálvandi ikki nøgdir við úrslitið, men eg haldi at innsatsurin var í lagi, og vit hava nógv gott at byggja á í hesum hópinum. Eg ivist heldur onga løtu í, at vit fara at fáa nøkur stig afturat í hesari undankappingini
Fyrsti møguleiki at gera hetta er í annaðkvøld í Glasgow, har Skotland tekur ímóti. Føroyski hópurin kom uppá pláss í stóra skotska býnum fyrr í dag og spælir har í annaðkvøld klokkan 19:45.
Les eisini: - Føroyar skulu ikki undirmetast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald