Tað var ein debut, ið ógvuliga nógvir fótbóltsáhugaðir føroyingar hava bíðað eftir. Í fleiri ár hevur Petur Knudsen gjørt vart við seg í Betrideildini, og í fjør skaraði maðurin úr Saltangará framúr sum tann allarbesti leikarin.
Nógv varð tosað og kjakast um møgulig A-landsliðsboð, men tað var á U21-landsliðnum undir Sámal Erik Hentze, at Petur á heysti í fjør fekk sítt altjóða gjøgnumbrot sum liðformaður og við millum annað trimum málum.
Petur Knudsen skorar her fyri U21 á Svangaskarði móti Ísrael (Mynd: Sverri Egholm)
Nú er 22-ára gamli álopsleikarin/kantspælarin ov gamal til U21-landsliðið, og Håkan Ericson tók hann út til fyrstu HM-undankappingardystirnar hjá A-landsliðnum. Petur var ikki við á dómaraseðlanum í 1-1 dystinum í Moldova, men í gjár var hann, og í 74. minutti varð maðurin við fýra-talinum á rygginum skiftur inn fyri Jóan Símun Edmundsson.
Tað var ikki við topphúgvu á høvdinum, eins og pápin, Jens Martini Knudsen, hevði í 1990, tá hann spældi sín fyrsta undankappingardyst - eisini ímóti Eysturríki.
Sambært Fótbóltssambandi Føroya er Petur Knudsen leikari nummar 168 í røðini á A-landsliðnum hjá monnum. Føroyar taptu í gjárkvøldið 3-1 í Wien. Mikukvøldið verður spælt í Skotlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald