Hondbóltur

- Koppaði ikki okkara veg á Kreta

Eitt brotsspark skilti partarnar, tá føroyska kvinnulandsliðið fríggjakvøldið tapti 1-0 fyri Grikkalandi. Signe Pries Andersen er sum heild væl nøgd við avrikið.

Okkara kempaðu væl, tær hildu avtalurnar, og tað eydnaðist eisini í fleiri førum at ørkymla griksku leikararnar so mikið, at tær høvdu ilt við at spæla seg ígjøgnum føroysku verjuna, sigur Signe Pries Andersen millum annað við fsf.fo (Mynd: Maria Vergeti / FSF)

Okkara kempaðu væl, tær hildu avtalurnar, og tað eydnaðist eisini í fleiri førum at ørkymla griksku leikararnar so mikið, at tær høvdu ilt við at spæla seg ígjøgnum føroysku verjuna, sigur Signe Pries Andersen millum annað við fsf.fo (Mynd: Maria Vergeti / FSF)

2024-04-06 14:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg eri sum heild væl nøgd við stórar partar av dystinum. Okkara kempaðu væl, tær hildu avtalurnar, og tað eydnaðist eisini í fleiri førum at ørkymla griksku leikararnar so mikið, at tær høvdu ilt við at spæla seg ígjøgnum føroysku verjuna.

Hetta sigur Signe Pries Andersen, høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, sum í gjárkvøldið spældi fyrsta dystin í undankappingini til EM 2025.

Les eisini: Flott føroyskt avrik í fyrstu royndini

Tað kundi verið eitt heilt flott føroyskt fríggjakvøldið á Kreta. Føroyar hildu Grikkalandi frá stórum møguleikum stóran part av dystinum, men úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til heimakvinnurnar. Einasta málið í dystinum skoraði Veatriki Sarri við brotssparki, tá tíggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki.

Føroyar høvdu onkran møguleika áðrenn: 

– Vit høvdu møguleikan at leggja okkum á odda, tá Ásla (Ásla Johannesen, skriv.) royndi seg við góðum skoti, sum brast í stongina. Men tað koppaði tíverri ikki okkara veg í dag, sigur Signe Pries Andersen við heimasíðuna hjá FSF.

[object Object]Heidi Sevdal og hinari stríddust væl (Mynd: Maria Vergeti / FSF)

Næsti dystur hjá kvinnulandsliðnum er á skránni týsdagin 9. apríl klokkan 15.30, tá Montenegro tekur ímóti á Gradski Stadion í Podgorica. Fríggjadagin vann Montenegro 6-1 á heimavølli móti Andorra, og Føroyar taptu heili 9-0 í Montenegro í Nations League dysti har 1. desember.

Fysturin fríggjakvøldið móti Grikkalandi var annars altjóða skrásetti dystur nummar 100 hjá føroyska kvinnulandsliðnum, skrivar fsf.fo.

1. umfar í EM-undankappingini
Grikkaland - Føroyar 1-0 (0-0)
55’ Veatriki Sarri 1-0 (br.)

Føroyar (3-4-3): Valborg Østerø - Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan og Tórunn Højgaard Joensen - Jensa Tórolvsdóttir, Sunniva Willemoes, Rúna Jacobsen og Ásla Johannesen - Heidi Sevdal, Rebekka Benbakoura og Eyðvør Klakstein.

Hesar komu inn í seinna hálvleiki:
Fridrikka Klementsen, Malena Olsen, Lea Lisberg, Sanna Svaradal

Venjari: Signe Pries Andersen

Kelda:fsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder