Jana Mittún heldur ikki, at málmunurin í kvøld átti at verið heili fimm mál, og viðgongur, at tær sjálvar vóru orsøkin til at munurin gjørdist so stórur.
- Tað er nakað, sum vit mugu fara heim at hyggja uppá, segði hon í samrøðu eftir dystin í kvøld.
Sjálv heldur Jana, at tað kanska ikki var heilt uppiborið, at hon varð kosin til dagsins leikara. Málverjin hjá Montenegro hevði eitt bjargingarprosent sum gjørdi hana fortjenta til heiðurin, heldur Jana.
Sí samrøðuna omanfyri
Les eisini: Kvinnurnar frá Montenegro vóru ov sterkar
---------------------------------------
HM 2026 - bólkur D
1. umfar, mikudagin 26. november í Trier
Spania - Paraguai 26-17
Føroyar - Montenegro 27-32 (13-15)
Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 6-6
15 min: 8-11
20 min: 9-12
25 min: 11-14
30 min: 13-15
35 min: 14-17
40 min: 15-21
45 min: 19-23
50 min: 21-25
55 min: 26-29
60 min: 27-32
Føroysku málskjúttarnir (brotskøst):
Pernille Brandenborg 8 (5)
Jana Mittún 4 - kosin dagsins spælari
Súna Krossteig Hansen 4
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Rannvá Olsen 3
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Elsa Egholm 2
Anna Elisabeth Haldóttir Weyhe 1
Skotgagnnýtisprosent: 55 prosent (27/49)
- Montenegro hevði eisini 49 skot men gagnnýtti 65 prosent, harav øll brotskøstini. Føroyar brendu trý av átta brotskøstum.
(Upplegg):
Jana Mittún 6
Súna Krossteig Hansen 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald