
- Vit eru spentir og gleða okkum nógv.
Hetta staðfestir Hákun West av Teigum, tá vit stutt fingu orð á hann fyrr í kvøld. Tá var føroyski landsliðspælarin staddur í toki á veg til Mannheim.
Tað er í býnum í Suðurtýsklandi, at Füchse Berlin sunnudagin kann skriva søgu við sínum fyrsta týska meistaraheiti. Til tess krevst helst ein sigur á Rhein Neckar Löwen í morgin. Hákun sigur við Portalin, at teir royna at ikki hugsa so nógv um trýsti.
- Tað verður útseld høll, so har verður trýst á. Men vit royna ikki at gera ov nógv burturúr, tí allir dystirnir eru sum so líka nógv verdir gjøgnum eitt kappingarár.
Sambært føroyska høgra vonginum, so veit hann ikki heilt, hvat man skal siga um tað, um man sigrar.
Tað er tó heilt víst nakað serligt at vera so nær við at vinna týska meistarahetið - tað hevur eingin føroyingur gjørt áður. Tað er eisini eitt serstakt huglag, nú Füchse er í einari sigursrøð og alt er uppá spæl, sigur 23-ára gamli hoyvíkingurin.
- Tað er øgiliga stuttligt at spæla serliga seinastu 5-6 dystirnar, tá so stórir spenningar eru. Billettirnar verða skræddar vekk, og man merkir ein intensan stemning undir upphitingingini. So man merkir væl, at hetta hevur nógv at siga, bæði fyri leikarar, men eisini áskoðarar.
Tað verður klokkan 14 í morgin, 8. juni, at Füchse Berlin spæla avgerandi dystin móti Rhein Neckar Löwen. Vinnur høvuðsstaðarfelagið, so er Bundesliga-heitið heima. Eydnast tað ikki at vinna, so kann Magdeburg ikki vinna.
Avgerandi dysturin sæst á Viaplay - hann byrjar klokkan 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald