Um tvær vikur eru júst fimm ár síðani, at Hallur Hansson skrivaði undir sín fyrsta sáttmála við AC Horsens. Tann tá 23-ára gamli føroyski miðvallarin hevði gjørt vart við seg í Vendsyssel og á føroyska landsliðnum, og nú tók hann stigið víðari.
Hallur sló til í felagnum, har hann so at siga altíð hevur havt fast pláss, og sum hann seinastu tvey kappingarárini hevur verið liðformaður hjá. Tað júst farna kappingarárið hilnaðist tó als ikki væl hjá Horsens, ið venjarin Jens Berthel Askou skifti til úr HB í januar. Liðið úr Jútlandi flutti niður, men í løtuni bendir ymiskt á, at Hallur Hansson ikki fer at spæla í næstbestu donsku deildini komandi kappingarár.
Hallur í Horsens
Hallur í landsdysti í Herning (Mynd: Sverri Egholm)
Á tíðindafundinum í gjár spurdu vit liðformannin á føroyska landsliðnum, um hann kann siga nakað um framtíð sína, nú grundleggjandi fyritrytirnar eru broyttar - deildin liðið skal spæla í komandi kappingarár. Tað hevur verið mett sum upplagt hjá Halli, hvørs sáttmáli við Horsens gongur út við ársenda, at skifta felag, um niðurflytingin gjørdist veruleiki. Hetta vildi hann tó als ikki fyrihalda seg til miðskeiðis í apríl, tá Horsens Folkeblad spurdi hann um støðuna - tá stríddist lið hansara enn fyri lívinum. Nú er støðan ein onnur:
- Eg havi ikki nógv fokus á tað beint nú, men tað er eingin loyna, at eg havi verið leingi í Horsens, og at eg nú havi havt eitt fínt prát við leiðsluna í felagnum um støðuna. Vit eru samdir um, at um okkurt áhugavert kemur, so hyggja vit uppá. So har er møguleika okkkurt spenanndi á veg
Harvið peikar tað tann vegin, at partarnir gera seg til reiðar til eina framtíð uttan hvønn annnan. Tað ræður tó millum annað um, at rætta tilboðið kemur. Hvar framtíðin hjá 28-ára gamla liðformanninum á landsliðnum er sjálvandi ógreið í løtuni, men hann er í einum aldri og hevur víst eitt støði, ið avgjørt ger, at hann kann spæla nøkur ár afturat uttanlads á høgum støði.
Eittt sum er greitt, er at Hallur Hansson í kvøld skal leiða føroysku liðfelagar sínar á vøllin á Tórsvølli, har Ísland vitjar. Tíverri vera eingir áskoðarar til venjingardystin, ið byrjar klokkan 19.45. Portalurin verður tó til staðar. Dysturin kann síggjast í Kringvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald