Fótbóltur

- Noyðast at møta teimum hægri og standa tættari

Góða álopsspælið heldur fram, og so skulu ábøtur gerast í verjuni. Hetta er partur af uppskriftini hjá Stjørnuni í hálvfinaluni í Hoyvík í morgin. - Vit liggja væl til H71, vísir venjarin Annika Ljósstein á.

Eftir fjórðingsfinaluna móti VÍF kundu tær í reyðum fegnast. Móti H71 riggaði verjan ikki nóg væl, men tær trúgva uppá tað í Stjørnuni (Mynd: Sverri Egholm)

Eftir fjórðingsfinaluna móti VÍF kundu tær í reyðum fegnast. Móti H71 riggaði verjan ikki nóg væl, men tær trúgva uppá tað í Stjørnuni (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-21 19:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stjørnan tapti mikukvøldið 35-36 fyri H71 í fyrstu FM-hálvfinaluni. Úrsltiið vísir rímiliga væl, hvat eydnaðist og hvat ikki eydnaðist hjá Stjørnuni móti favorittunum.

- Álopið riggaði øgiliga væl - tað gjøri tað hjá báðum - og eg haldi, at vit stressa H71 við ikki at spæla so skjótt, men at vit geva okkum tíð ó álopinum. Tær blíva so ótolnar og leypa út: Tær eru vanar við skjótt spæl og vilja allatíðina - sum ungir spælarar ofta gera - at okkurt hendir allatíðina. So er tað bara ergeligt, at verjan hjá okkum ikki riggar. Tær eru kvikar og góðar, og tað eru greitt, at tað eru ting, sum vit skulu justera

Sí eisini: 
Simon Olsen: - Vit vilja sjálvandi avgera tað leygardagin


Hetta sigur Annika Karsldóttir Ljósstein, sum tók við sum høvuðsvenjari hjá Stjørnuni í heyst. Saman við henni er maðurin Svein Rógvi Ljósstein, sum var venjari hjá Anniku og øðrum dugnaligum spælarum í stóru tíðini hjá Stjørnuni í 2000'unum. 

Tá vit hittust við Anniku í KÍ-høllini í dag, nevndi hon at hondbóltsspælið er broytt nógv í Føroyum: 

- Man hevur ikki summ fyrr spælarar á hvørjum liði, ið skjóta nógv langsskot - stórskjúttar eru ikki her á saman hátt, men ístaðin eru tær kvikar, tekniskt góðar og vilja allatíðina bjóða av - soleiðis eru spælararnir skúlaðir í dag, og tað tykist sum har eru nógvar vongtypur í bakketuni. Hetta ger, at álopini ofta hava kunnu gagnnýta, tá mótstøðulið verja høgt; sum til dømis H71 royndi móti okkum til tíðir.

[object Object]
Parið Annika Ljósstein (í svørtum til vinstru) og Svein Rógvi Ljósstein (í miðjuni) standa á odda fyri Stjørnu-liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er tó umráðandi, at liðið hjá Stjørnuni stendur nakað hægri hesuferð í verjuni móti dugnaligu álopsspælarunum hjá H71 - liðið stóð ov flatt og spjatt í fyrstu hálvfinaluni, staðfestir Annika Ljósstein:

- Vit noyðast at møta teimum hægri og at standa tættari í verjuni. Tær koma ov tætt uppundir móti okkum í Klaksvík, og hetta gevur millum annað nøkur straffi. Hetta er nakað av tí, sum vit hava hugt uppá og arbeitt við.

Sí eisini: 
Viðmerkjarar: H71 er FM-favorittur - hini liðini kunnu tó hótta tey á ymsan hátt

Til endans staðfestir venjarin hjá Stjørnuni, at tær so at siga ikki hava nakað at missa, og at hóast H71 er eitt sterkt lið, so hókar tað á ein hátt væl til Stjørnuna:

- Vit kunnu bara yvirraska. Eg haldi, at formkurvan hjá okkum 100 prosent peikar rættan vegin, og vit trúgva 100 prosent uppá, at tað ber til. Nú hava vit tapt við einum máli fyri H71 í tveimum teimum seinastu dystunum, og eg haldi, at tær liggja væl til okkum; tað hóskar sum so betri hjá okkum at spæla móti teimum enn Kyndli ella Neistanum.

Stjørnan og H71 spæla hálvfinalu nnumar tvey, har H71 kann spæla seg víðari, í morgin. Fyrsta bríksl í Hoyvík verður klokkan 14.30. Portalurin verður á staðnum - við myndatólinum, mikrofonini o.s.fr.

FM-hálvfinalur í SMS-deildini

Leygardagin 22.04 - hálvfinala 2
14.30: H71 (1) - Stjørnan (0)

Mikudagin 19.04 - hálvfinala 1

Stjørnan - H71 35-36 (20-20)

Toppskjúttar:
Stjørnan: Julia Nalivko 8 mál, Sonja Sirdal á Bergi 8 mál, Tóra Eliasen 7 mál
H71: Maria Halsdóttir Weyhe 7 mál, Lukka Arge 6 mál

Sí dómaraseðil her

Dystargongdin:
5 min: 4-3
10 min: 7-5
15 min: 10-9
20 min: 15-13
25 min: 17-15

30 min: 20-20

35 min: 21-24
40 min: 24-26
45 min: 25-29
50 min: 28-32
55 min: 33-35


Les eisini: 
H71 - Stjørnan er framskundaður nakrar tímar

H71 hálaði sigurin heim í Klaksvík




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder