Annað

- Politiska skipanin neyvan nóg tilvitað um samfelagsvirðið sum ítróttafeløg skapa

Samfelagsvirði og javnstøða í føroyskum ítrótti vóru nøkur av evnunum á aðalfundinum hjá ÍSF.

(Mynd: Ingi Samuelsen)

(Mynd: Ingi Samuelsen)

2019-04-30 14:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árligi aðalfundurin hjá ÍSF var í ÍSF húsinum sunnudagin 28. apríl kl. 14.00.

Í síni frágreiðing kom Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF inn á týdningin, sum ítrótturin  hevur fyri tann einstaka, men eisini fyri samfelagið sum heild. Elin Heðinsdóttir Joensen segði:

- ”samfelagsvirðið sum ítróttarfeløg og sjálvboðin dagliga skapa er ovurhonds stórt. Tískil er okkara uppgáva at greiða politisku skipanini frá hesum, tí vit hava ein varhuga av, at politiska skipanin neyvan er nóg tilvitað um hetta.”

Í hesum sambandi fer ÍSF at bjóða øllum politisku flokkunum til eitt Ítróttating, har vit saman við  sambondunum ynskja at greiða frá ómetaliga stóra virðinum av ítróttinum.

Javnstøða í føroyskum ítrótti

ÍSF hevur ynski um, at javnstøða millum kynini skal valda í mest møguligan mun. Í hesum sambandi tók aðalfundurin undir við uppskotinum frá Starvsnevndini um javnstøðu í føroyskum  ítrótti.

ÍSF hevur sett sær sum mál, at í 2025 skal býtið millum kynini í einstøku nevndunum í minsta lagi verða 70/30, meðan tað í 2030 í minsta lagi skal verða 60/40. Fyri at arbeiða móti málinum  um størri javnstøðu, hevur ÍSF gjørt kanning har hugt verður eftir hvussu kynsbýtið í føroyskum  ítrótti er í dag. Ætlanin er, at hendan kanning skal verða afturvendandi árliga.

Viðheft er leinkja til kanningina um javnstøðu í føroyskum ítrótti: https://bit.ly/2J4WS4g

Eingin starvsnevndarlimur stóð fyri vali, og heldur nevndin tískil fram óbroytt. Nevndin í ÍSF er:  Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti, Jon Hestoy, varaforseti, Schandorff Vang, John Kjær og Sigurð  Rasmussen, nevndarlimir.

- Ítróttasamband Føroya

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder