Fótbóltur

- Vit taka ein dyst í senn

- Tað er sjálvandi so nógv stuttligari at spæla um eitt FM enn at spæla um niðurflyting, sigur Jørgen Nielsen, sum skoraði eitt mál á Svangaskarði í dag. Víkingur skal tó bert hugsa um næstu uppgávu.

Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen fegnast um víðari luttøkuna í Conference League í summar. Í dag legði Olaf upp til Jørgen, og javngomlu álopskendu spælararnir kunnu møguliga fegnast um eitt FM skjótt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen fegnast um víðari luttøkuna í Conference League í summar. Í dag legði Olaf upp til Jørgen, og javngomlu álopskendu spælararnir kunnu møguliga fegnast um eitt FM skjótt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-15 23:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er sjálvandi so nógv stuttligari at spæla um eitt FM enn at spæla um niðurflyting.

Hetta staðfestir Jørgen Nielsen stutt eftir dystin á Svangskarði, tá Portalurin fekk orðið á hann. Í fjør hevði ungi áleyparin heimavøll her, tá B68 ein stóran part av kappingarárinum var innblandað í niðurflytingarstríðið. Í dag skoraði hann sítt fimta landskappingarmál fyri Víking, tá liðið tók enn eitt fet móti triðja føroyameistaraheitið felagsins.

[object Object]
Jørgen Nielsen spældi í 2023 fyri B68, har hann og liðið í stórum pørtum av landskappingini høvdu trupulleikar við at finna stevið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jørgen var skaddur í fótinum fyrsta partinum av kappingarárinum, men hevur síðani tíðliga í summar spælt heilt nógv fyri Víking og spældi í dag landskappingardyst nummar ellivu í 2024. Hetta var, tá Víkingur vann sín tólvta sigur á rað í Betrideildini. Tað endaði 2-1 til Víking á Svangaskarði, har útiliðið var omaná og á odda 2-0 í eini 40 minuttir. 

 - Tað er altíð ein arbeiðssigur, men veit ikki um man kann beinleiðis kalla hetta tað. Haldi vit spæla væl í 1. hálvleiki. Skora so til 2-0 tíðliga í 2. hálvleiki...so er tað altíð so, at tað kann blíva spennandi móti endanum. Teir fáa eina perlu av einum máli, men tað er ikki fyrrenn nakað inni í yvirtíðini.

Spælir tað nakað inn, í mun til tað sinnisliga, at tað er seint í kappingarárinum, og at hvør dystur kann verða so avgerandi?

Nei, tað veit eg ikki...sjálvandi eitt sindur. Men vit taka ein dyst í senn og hugsavna okkum altíð bara um næsta dyst og næstu uppgávuna.

Við sigrinum í dag er greitt, at Víkingur hevur rímiliga góðan møguleika at gerast føroyameistari í hesum mánaðinum - og møguliga longu um tíggju dagar. At eitt FM-heitið nærkast Sarpugerði merkist nakað, men tað skal ikki fylla nakað, sigur 20-ára gamli áleyparin við Portalin.

- Sjálvandi merkir man tað eitt sindur í felagnum, at tað er ein serstøk og spennandi tíð, men man roynir bara at leggja tað til síðis og framhaldandi bara fokusera uppá næsta dyst, staðfestir Jørgen Nielsen til endans. 

Víkingur tekur móti EB/Streymi leygardagin 21. september. Fýra dagar seinni vitjar KÍ, sum er einasti avbjóðari. Níggju stig skilja liðini, sum bæði hava seks dystir eftir at spæla. Víkingur hevur nógv betri málúrttøku enn føroyameistararnir seinastu trý árini.

Tøl: FaroeSoccer

22. umfar í Betrideildini
Í dag, sunnudagin 15.09

B68 - Víkingur 1-2 (0-1)

22' Jørgen Nielsen (Olaf Bárðarson) 0-1
51' Sølvi Vatnhamar, br. 0-2
90 (+4)' Hjalti Strømsten 1-2

Sí meira um dystin her

Hini úrslitini: 

Í dag, sunnudagin 15.09
EB/Streymur - ÍF 2-1 (1-0)
29' Boubacar Dabo 1-0
46' Emil Weihe Joensen 2-0
52' Ruben Møller Nielsen 2-1

B36 - NSÍ 2-2 (1-1)
30' Zean Dalügge 1-0
32' Jasper van der Heyden 1-1
51' Zean Dalügge 2-1
64' Petur Knudsen, br. 2-2

Sí eisini: B36 kendi ikki sína vitjunartíð

KÍ - HB 1-0
6' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 1-0

Í gjár, leygardagin 14.09
Skála ÍF - 07 Vestur 4-1 (2-0)
Maxwell Effiom 15' 1-0
Karl Martin Johansen 21' br. 2-0
Ragnar Skála 52' 3-0
Filip Brattbakk 63' br. 3-1
Maxwell Effiom 90+2 4-1

Sí eisini: Skála lyfti seg í botnstríðnum

[object Object]Sí eisini: Framvegis størst spenningur í botnstríðnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder