EM-endaspælið í Sveis nærkast í hvørjum. Elddópurin hjá føroyska kvinnulandsliðnum á hægsta evropeiska stigi verður í Basel síðst í november og fyrst í desember við bólkaspælinum.
Einhvør tíð til fyrireiking saman er umráðandi hjá Føroyum. Tað hevur ikki veruliga verið møguleiki at hava hópin saman í hálvt ár, og í síðstu viku vandi liðið nógv saman í Føroyum. Men hvat varð sjóneykan sett á? Tað hevur Portalurin spurt Claus Mogensen, landsliðsvenjara, um.
- Hópurin hevði ikki veruliga verið saman síðani dystirnar fyrst í apríl. Tískil snúði tað seg í høvuðsheitinum um at endurfríska ymisku avtalurnar, sum vit hava bæði í verju og álopi. Harumframt hugsavna vit okkum altíð um at verða dugnaligari í kontraspælinum, tí her eru so nógvar skjótar og dynamiskar á liðnum.
Fríggjadagin og leygardagin spældu Føroyar fyrireikingardystir í Slovakia. Føroyska liðið var omaná tað mesta av fyrra dystinum, men misti leiðsluna vegna ósketni seinastu løtuna. Claus Mogensen er glaður um, at kvinnurnar reistu seg til seinna dystin:
- Vit iðraðu okkum nógv um, at vit ikki vunnu dyst nummar eitt, tí vit vóru á odda tað mesta av dystinum. Hinvegin var tað ógvuliga jaligt at síggja dyst tvey, sum varð ein tryggur sigur. Tað var sterkt at síggja genturnar reisa seg og avrika so væl.
Sí eisini: Tepurt tap í fyrra venjingardystinum í Slovakia
Sí eisini: Sannførandi føroyskur sigur í seinna dystinum
Verjuparturin er sum heild nakað, ið landsliðvenjararnir eru heilt væl nøgdir við.
- Í báðum dystum var støðufesti og styrki í verjuni, og Annika og Rakul stóðu hvør sín góða dyst. So vit kunnu staðfesta, at í mun til verjuspæli sær grundarlagið gott út.
Føroyska liðið fær aftur møgleika at venja saman í nakrar dagar seint í oktober. Tá snýr tað seg um at koma nærri at velja endaliga EM-hópin, sigur Claus Mogensen at enda við Portalin.
- Vit savnast aftur seinni í oktober í Føroyum. Tá er tað uttan dystir. Her verður talan um ein størri hóp, ið venur saman. Tá skulu vit koma nærri í avgerðini um, hvørjar koma við í endaliga EM-hópin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald