Fótbóltur

Sannførandi føroyskur sigur í seinna dystinum

Endaði 30-23 til Føroyar í Bratislava, har 13 ymiskir føroyskir málskjúttar vóru. Slovakia skal eisini til EM, ein fín føroysk uppliving, nú endaspælið nærkast.

Turið Arge Samuelsen hevur í løtum hetta vikuskifti roynt seg á bakkinum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Turið Arge Samuelsen hevur í løtum hetta vikuskifti roynt seg á bakkinum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2024-09-28 16:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíverri bar ikki til at síggja venjingardystin millum Føroyar og Slovakia seinnapartin. Eingin stroyming var, men tað er ein sannroynd, at føroysku kvinnurnar vunnu sannførandi sigur móti einum av hinum liðunum, ið skal til EM í vetur.

Liðini spældu eisini í gjár. Føroyar vóru omaná størsta partin av dystinum í Bratislava, men seinastu løtuna vóru Føroyar alt ov óhvassar og søplaðu sigurin burtur í álopsspælinum. 

Sí eisini: Tepurt tap í fyrra venjingardystinum í Slovakia

Í dag var betri samanlagt. Føroyar fingu heili 30 mál og vóru, sum hagtølini vísa, betri at skora uppá sínar møguleikar. Eisini vóru færri tekniskar villur. Slovakia skoraði eitt mál færri enn í gjár, móti føroysku verjuni. og Anniku Fríðheim Petersen, og serliga Rakul Wardum í álinum

Tað leikaði javnt á fyrstu tjúgu minuttirnar, men Føroyar vóru ofta á odda, og fóru av álvara frá seinastu sjey minuttirnar fyri steðgin. Tann løtan endaði 7-2 til Føroyar, og tað stóð 10-15 á máltalvuni í steðginum.

Sí allaa dystargongdina - og málskjúttar - her

[object Object]

[object Object]
Føroyar høvdu gott tamarhald á dystinum í dag (Myndir: HSF)

Slovakia var bert á odda 1-0 og 2-1. Tær føroysku fóru eitt sindur meira frá eftir steðgin, og tað gjørdist ongantíð veruligur spenningur um, hvør fór at vinna venjingardystin.

Sum skilst fekk føroyska liðið eiisni nógv burturúr við at royna ymiskt, og heili 13 ymiskir máslkjúttar vóru. Jana Mittún var aftur lyklaspælari og toppskjútti við fimm málum, umframt fleiri uppleggum.

Sí dómaraseðil HER.

Harvið ein góður fyririekingardystur til EM. Slovakia er gamaní í niðara endanum í stryki, av liðunum sum verða við har, og heimaliðið skifti eisini eitt sindur út í dag. Tó vísir sjey-máls sigurin á útivølli ávísa styrki og dygd hjá Føroyum.

Seinni venjingardystur og fyrireikingardystur til EM
Bratislava, leygardagin 28.09
Slovakia - Føroyar 23-30 (10-15)

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 5
Pernille Brandenborg 4 (2)
Rannvá Olsen 4
Bjarta Osberg Johansen 3
Elsa Egholm 3
Bjørk Franksdóttir Joensen 2
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Lukka Arge 2 (2)
Brynja Høj 1
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 1
Turið Arge Samuelsen 1
Karin Egholm 1
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1

[object Object]
Føroysku kvinnurnar syngja tjóðsang (Mynd: HSF)

Føroyska kvinnulandsliðið savnast aftur seint í oktober. 27. november gongur leiðin til Basel - til EM.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder