Tað var 20-23, tá nakrir minuttir vóru eftir, og Føroyar sóu út til at hava fingið endaligt tamarhald á dystinum. Føroysku kvinnurnar fingu spælið at sita betri enn slovakar teir fyrstu stóru 50 minuttirnar, høvdu ein betri kontra-retur part, umframt at verjan og Annika Petersen sum heild stóðu rættiliga væl.
Tað líktist einum góðum sigri í einum fínum venjingardysti tveir mánaðir undan EM. Seinastu løtuna sást tó, at talan er um tvey lið, ið ikki eru heilt von við at vinna. Tað gjørdist heldur fjálturstungið við bóltinum og serliga hjá Føroyum. Fimm álop á rað endaðu við tekniskari villu: Eitt brent skot, tvey yvirtraðk og í tveimum førum varð bólturin blakaður burtur.
Hetta gjørdi at leiðslan hvarv, og at Slovakia eisini kundi leggja seg á odda 24-23. Føroyar spældu 7 móti 6 hesa løtuna. Tað hevði man annars ikki gjørt, og hetta var heilt víst bara fyri at royna tað, nú talan var um venjingardyst, og møguliga eisini stýra leikferðini ordiliga. Hetta eydnaðist tó als ikki.
Jana Mittún hevði møguleikan at javna í seinasta føroyska álopinum, tá hon breyt ígjøgnum sjálv. Málverjin bjargaði tó - har kundi kanska verið dømt brotskast. Sum heild vóru onkrar marginal dømingar hjá heimadómarunum ikki til fyrimuns fyri Føroyar seinastu løtuna, men okkara kunnu fyrst og fremst takka sær sjálvum fyri: Ov nógvar óneyðugar tekniskar villur.
Tað var annars Slovakia, ið gjørdi fleiri slíkar gjøgnum dystin. Føroyska verjan fekk kroyst heimaliðið til tað í nøkrum førum, og millum annað riggaði miðverjan við Brynju Høj og Pernille Brandenborg ógvuliga væl, og Annika Fríðheim Petersen stóð ein góðan dyst. Málverjin hevði, sambært handballstatz.com, 15 bjargingar og harvið umleið 45 prosent, ið er ógvuliga høgt. Hon spældi meginpartin av dystinum.
Annika Fríðheim Petersen var ofta fyri í føroyska málinum kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Fleiri møguleikar og nógvar dygdir á liðnum
Claus Mogensen og Simon Olsen gjørdu eina rúgvu av broytingum. Maria Pálsdóttir Nólsoy stóð seg væl í álopinum í fyrra hálvleiki, og innspælið til Pernille Brandenborg hjá henni - og serliga Janu - eydnaðist væl. At Føroyar í Pernille hava ein strikuspælara og miðverja á góðum altjóða stigi sæst.
Jana Mittún spælir eisini í bestu donsku deildini, og hon er byrjað væl í ár. 20-ára gamli hvirluvindurin í Hoyvík skapti nógvar støður og skoraði seks góð mál sjálv. Jana varð toppskjútti hjá Føroyum og legði upp til 10 mál. Tað hevði verið meira, um nakrir aðrir fríir møgleukar høvdu giivð mál. Hóast tvey teknisk mistø móti endanum sást, at hon er í einum flokki - ella kanska fleiri flokkum - omanfyri teimum flestu av vøllinum.
Tað riggaði eisini væl við Turið Arge Samuelsen í bakketuni í tveimum førum. Greiði toppskjúttin í Føroyum seinastu árini, har Turið hevur spælt bakkur fyri Kyndil, hevur higartil bert verið vongur á landsliðnum. Í dag fekk Turið Arge tó bæði hoppiskot, gjøgnumbrot og trý mál av bakkinum - hon spældi tó eisini á vonginum. Hetta var ógvuliga jaligt at síggja, og kann vápnið geva Føroym fleiri streingir at spæla uppá - í dag var Súna Krossteig Hansen heldur ikki við vegna skaða.
Turið Arge Samuelsen gjørdi bart í sínum løtum á vinstra bakki (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Júst vongskot vóru ein trupulleiki í dag, eins og í serliga tí eina dystinum í undankappingini (Ísland, heima) Hetta varð ikki dagurin hjá Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, og hóast tær ungu hildu seg framat, og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe millum annað skoraði tvey mál, so vóru ov nógv brend skot, umframt nøkur yvirtraðk.
Tað er kanska ein vansi, at eingin uttan Karin Egholm, og Brynhild Pálsdóttir tá hon er til reiðar, spælir á vonginum til dagligt. Annars skoraði 20-ára gamla Lukka Arge - sjálvandi - púra trygt uppá sítt brotskast og hevði nakrar góðar verjustøður. Ein góður "spesialistur" at hava.
Føroyar skulu fínpussa - og helst vinna - í morgin
Slovakia var, eins og Føroyar, í niðasta styrkibólkinum til lutakastið. Talan er um eitt lið, sum eigur at vera til at tosa við, og tað sást í kvøld, at Slovakia ikki hevði heilt nógv, sum gav Føroyum stórt høvuðbrýggj. Okkara vóru á odda størsta partin av dystinum, og við meira hvassleika og hugsavnan í øllum støðum hevði tað heilt víst borið á mál.
Hetta var bert ein venjingardystur, og soleiðis verður eisini í morgin, men tað burdi endað við føroyskum sigri í kvøld, og tað er helst ógvuliga umráðandi fyri sjálvskensluna at sigra seinnapartin í morgin. At nærkast EM við einum sigri í skjáttuni kann veruliga merkja nakað.
Hesin dysturin kann avgjørt nýtast í fyrireikingini til endaspælið í Sveis (november-desember), og tað kann tann í morgin vónandi eisini. Hann byrjar klokkan 14 føroyska tíð.
Venjingardystir/fyrireikingardystir til EM
Í dag, fríggjadagin 27.09
Slovakia - Føroyar 24-23 (12-14)
Málskjúttar hjá Føroyum:
Keldur fyri tøl: HSF og HandballStatz
Í morgin, leygardagin 28.09
14.00: Slovakia - Føroyar
Hondbóltssambandið arbeiðir við stroymingarmøguleikum í morgin eisini - nærri kunning seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald