- Tað er aftur ein stórur dystur móti sterkari mótsstødu. Olimpija Ljubljana er ikki eins sterkt taktiskt, sum onnur lið vit hava møtt. Liðið spælir “possesion fótbólt” - teimum dámar at hava bóltin og taka stórar váðar. Vit skulu vera dugnaligir og til reiðar at revsa teir.
Soleiðis byrjaði Magne Hoseth stutta tíðindafundin á Tórsvølli fyri løtu síðani. Norðmaðurin er greiður yvir hvørja styrkir og veikleikar slovensku meistararnir hava, og hann gevur sínum liðið góðar møguleikar í dystinum í 3. umfari í morgin:
- Í fleiri evropeiskum dystum hjá okkum í ár hevur tað verið umleið 90-10 til hitt liðið, í mun til prosentmøguleika. Nú er tað áleið 60-40 – til Lublijana. Vit eru ongantíð favorittar í Evropa í ár, staðfestir Magne smílandi.
Portalurin fekk norska venjaran hjá KÍ at fyrihalda seg til tey "krøvini", sum nú eru hjá KÍ at fáa stig: Hetta er á pappírinum veikasta mótsstøðuliðið hjá KÍ í bólkinum, tað er á heimavølli, og trý stig skulu helst til fyri at nærkast málinum um víðari luttøkuni:
- Slovan Bratislava vann í síðsta umfari eisini, og tad ger tingini truplari. Hetta er kanska tann fyrsti dysturin higartil í Evropa, har man veruliga kann siga, at vit “skulu” vinna - íhvussu er í mun til at røkka einum máli. Vit fara tó inn við líknandi útgangsstøði og ætlan, sum í undanfarnu evropeisku dystum. Og so vita vit, at vit noyðast at lata meira upp sum dysturin líður, um tað millum annað er 0-0. Tað kann verða eina avbjóðing, men tað er ein vit eru til reiðar uppá.
Sí eisini:
Lagt er upp til javnan dyst á Tórskvølli hóskvøldið
Nú skal KÍ av álvara fara eftir sigrinum
Teir flestu eru tøkir
KÍ tekur ímóti slovensku meistarunum í morgin klokkan 17.45 á Tórsvølli. Atgongumerki kunnu keypast her.
Myndir: Sverri Egholm
UEFA Europa Conference League, Bólkur A
Slovan Bratislava 6 stig
LOSC Lille 4 stig
KÍ 1 stig
Olimpija Ljubljana 0 stig
Hóskvøldið 26.10
17.45: KÍ - Olimpija Ljubljana (Tórsvøllur)
Atgongumerki kunnu keypast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald