Annað

- Tað gekk sum tað skuldi í dag

Viknaður nakað eftir krímsjúku megnaði Torkil Veyhe ikki at fylgja við heilt á mál í Yorkshire í dag.

Spurtandi hópurin megnaði ikki at fáa Asselmann aftur, og hann vann fyrsta teinin av Tour de Yorkshire (Mynd: EPA)

Spurtandi hópurin megnaði ikki at fáa Asselmann aftur, og hann vann fyrsta teinin av Tour de Yorkshire (Mynd: EPA)

2019-05-02 20:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast føroyski súkklarin Torkil Veyhe ikki sjálvur fekk nakað serliga gott úrslit á fyrsta teini av Tour de Yorkshire í dag, so sigur hann, at tað gekk, sum tað skuldi í dag.

Hann hevur átikið sær tann uppoffrandi leiklutin á liðnum Riwal Readynez, har uppgávan at hjálpa sínum liðfeløgum er týdningarmiklari enn hansara egna úrslit.

- Ongin okkara misti tíð í dag, og tað gekk sum tað skuldi, sigur hann eftir at komið var á mál í Selby í dag. Hetta hóast Torkil sjálvur misti yvir seks minuttir í mun til súkklaran, sum vann í dag.

Torkil greiðir frá, at hann ikki hevur verið so væl fyri hesar seinastu dagarnar.

- Eg havi verið sindur forkølaður upp til kappingina, og tað føldist í dag. Hevði ikki so nógv at koyra við. Helt meg til Kamp (Alexander Kamp, red.) og syrgdi fyri hann hevði tað, hann skuldi brúka og helt hann frammi. Sat fremst av okkum nakað av tíðini í dag, til eg ikki hevði meir at geva av, so eg rullaði teir seinastu 15 kilometrarnar á mál

- Eg kom inn nakað eftir hinar. Vónandi eri eg betur fyri í morgin. Onkuntíð skal man bara líka í gongd aftur eftir sjuku.

Niðurlendingurin Jesper Asselmann á Roompot-liðnum vann kappingina í dag. Hann var ein av fýra monnum, sum sluppu burtur frá hinum. Høvuðsbólkurin hevði roknað við at fáa teir aftur á seinasta kilometrinum. Men Jesper var drúgvari enn so, og megnaði at halda seg beint framman fyri sprintararnar, sum høvdu ætlað sær sigurin.

Allarflestu luttakararnir í kappingini komu á mál 11 sekund eftir vinnaran. Nakrir fáir dragnaðu afturút, teirra millum Torkil Veyhe, sum gjørdist nummar 120, 6 minuttir og 54 sekund eftir niðurlendska vinnaran.

Teinurin í morgin verður nakað styttri í dag, 132 kilometrar millum Barnsley og Bedale, men framvegis lutfalsliga flatur, og tí verður aftur roknað við, at flestu súkklararnir koma samlaðir á mál í einum hópspurti.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder