Fótbóltur

- Tað var gott at síggja Christian aftur

Kasper Schmeichel var í gjár ein túr á Ríkissjúkrahúsinum og vitjaði liðfelagan Christian Eriksen.

Kasper Schmeichel (Mynd: EPA)

Kasper Schmeichel (Mynd: EPA)

2021-06-14 16:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað var gott at síggja Christian aftur og tosa við hann.

Tað segði danski landsliðsmálverjin, Kasper Schmeichel í dag. Hann hevði sunnudagin møguleika at fara ein túr á sjúkrahúsið og vitja Christian Eriksen, sum small um á vøllinum leygarkvøldið. Hinir liðfelagarnir tosaðu við Eriksen gjøgnum netið.

Í morgun var tíðindafundur, og nakrir danskir leikarar traðkaðu fram fyri fjølmiðlarnar og tosaðu um upplivingarnar teir høvdu, tá Christian Eriksen small um og mátti viðgerast við hjartastartara, áðrenn hann varð fluttur yvir á Ríkissjúkrahúsið, ið er nærmasti granni hjá Parken.

- Eg standi eftir við eini kenslu av stoltleika. Eg veit ikki um tað er rætta orðið, men eg havi eina kenslu av gleði og takksemi yvir tað arbeiði, sum heilsustarvsfólkini hjá okkum gjørdu meðan allur heimurin hugdi at. Tey vóru so rólig og kul. Tað er eitt undur at vit hava fólk sum tey, segði Schmeichel.

Saman við liðskiparanum, Simon Kjær, var málverjin við at uttan unnustuna hjá Eriksen, meðan viðgerðin fór fram.

- Eg visti, at kona og børn, mamma og pápi, familja og vinir vóru millum áskoðararnar. Eg stóð og hugdi eftir teimum. Tað var ein ómenniskjaliga støða fyri tey, segði Schmeichel.

Dysturin leygarkvøldið varð uppafturtikin eftir knappar tveir tímar, og Danmark endaði við at tapa dystin 0-1. Nú skulu spælararnir koma fyri seg aftur áðrenn dystin móti Belgia hósdagin og Russlandi komandi mánadag.

- Vit eru framvegis við í kappingini. Vit taptu, men vit góvu alt, vit høvdu. Eg eri vísur í, at vit fara at geva alt vit hava. Tað týdningarmesta er, at vit standa saman og gera okkara besta.

- Eg eri vísur í, at vit sum lið kunnu gera okkurt serligt fyri Christian og fyri tey fólkini, sum vóru til staðar, og vóru vitni til tað, sum hendi, segði Schmeichel, sum fegnast um allan stuðulin, sum liðið og leikararnir hava fingið eftir hendingina, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder