Fótbóltur

- Úrslitini koma av góðum avrikum

Landsliðsvenjarin og landsliðsliðformaðurin vildu ikki tosa so nógv um tað at fáa stig í Lettlandi.

Viljormur Davidsen og Håkan Ericson á dagsins tíðindafundi. - Tað var umráðandi at fáa eitt stig leygardagin, men næstan meira umráðandi at vit avrikaðu so mikið væl (Mynd: Sverri Egholm)

Viljormur Davidsen og Håkan Ericson á dagsins tíðindafundi. - Tað var umráðandi at fáa eitt stig leygardagin, men næstan meira umráðandi at vit avrikaðu so mikið væl (Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-09 19:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Riga, Lettland (Portalurin) - Hava fingið eitt fantastiskt inntrykk av staðnum. Síggi eisini at her er ein flott innandurahøll, sum hevði verið fantastiskt, um man hevði í Føroyum. 

Soleiðis legði Håkan Ericson fyri á tíðindafundinum í flotta hølinum á Skonto leikvøllinum seinnapartin. 64-ára gamli sviin segði, at sum heild vóru teir nøgdir við 1-1 dystin móti Norðurmakedónia leygardagin.

Ein spurningur kom síðani frá FM1 um, hvussu nógvar broytingar væntast at verða á liðnum. Hetta vildi Håkan Ericson einki siga um – endaliga avgerðin um øll plássini fellur í kvøld. Vit fingu hann tó at siga nakað, hvat spælir inn í avgerðini um byrjanaruppstillingini:

- Tað eru ymisk viðurskifti, ið spæla inn. Sjálvandi ein dialogur við spælarar um teirra kropsligu støðu og eisini við fysiska toymið. So er tað takktiski parturin. Lettland hevur onkrar øðrvísi styrkir enn Norðurmakedónia, men vit fara helst ikki at spæla so øðrvísi, í mun til leygardagin.

[object Object][object Object]
Håkan Ericsson og í samtalu við kropsliga venjaran Magna Mohr (Mynd: Sverri Egholm) 

Sí eisini: 
Jóan Símun Edmundsson: - Alfa og omega er at fáa Føroya fólk (Video)
Jóannes Kalsø Danielsen: - Royndirnar í Evropa eru gull verdar
Sølvi Vatnhamar: - Landsliðið hevur tørv á viðvindi og at fáa fólk við
Myndir: Landsliðið leitar eftir sterkum avriki í Lettlandi
Skulu royna eftir sigrinum í Riga

Lettland er flutt upp úr lægstu deildini í Nations League, er styrkismett eitt pláss frammanfyri Føroyar á FIFA-styrkislistanum, og hava Føroyar ongantíð tapt kappingardyst móti Lettlandi. Portalurin spurdi tí, um hvussu umráðandi tað er hjá Føroyum at fáa stig – og helst ein sigur í slíkum dysti: Um trýst er á.

- Tá alt kemur til alt, snýr tað seg sjálvandi um at fáa stig og stigrar. Men sjálvt úrslitið skal ikki fylla alt ov nógv – serliga áðrenn dystin. Úrslitini koma sum oftasta av góðum avrikum, og vit hugsavna okkum um at fara út og avrika so væl sum gjørligt í morgin.

Liðformaðurin Viljormur Davidsen vísti á nøkur av teimum somu tingunum:

- Tað var umráðandi at fáa eitt stig leygardagin, men næstan meira umráðandi at vit avrikaðu so mikið væl: Við energi, tað at vit skapa støður og so.framvegis. Skulu aftur inn at gera tað í morgin. Vit vita, um vit gera tað, sum vit skulu, so vinna vit. Annars halda vit málsetningar um stig í hesari kappingini innanhýsis.

[object Object]
Viljormur Davidsen kemur nú á 80 landsdystir. Liðformaðurin á vinstra bakki skoraði í 1-1 javnleikinum leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

Nations League Deild C, bólkur 4
2. umfar, týsdagin 10.09
17.00: Lettland - Føroyar 

Støðan:
1. Armenia 3 stig
2. Norðurmakedónia 1 stig
3. Føroyar 1 stig 
4. Lettland 0 stig 

Portalurin er á staðnum við beinleiðis bloggi, myndum, samrøðum og øðrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder