Fótbóltur

Skulu royna eftir sigrinum í Riga

Føroyska manslandsliðið fer í dag at fyrireika seg til eina av sínum mest umráðandi uppgávum seinasti árini. Lettland var í lægsta styrkislagi til lutakastið í Nations League deild C.

Jóan Símun Edmundsson (nr.14) skoraði til 2-0, tá Føroyar vóru í Riga í 2016 og vunnu. Gunnar Vatnhamar (nr.16) skoraði til 1-1 í Nations League-dystinum í 2020. Her síggjast teir í dysti móti Lettlandi á Tórsvølli í 2020 - hann endaði eisini 1-1 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóan Símun Edmundsson (nr.14) skoraði til 2-0, tá Føroyar vóru í Riga í 2016 og vunnu. Gunnar Vatnhamar (nr.16) skoraði til 1-1 í Nations League-dystinum í 2020. Her síggjast teir í dysti móti Lettlandi á Tórsvølli í 2020 - hann endaði eisini 1-1 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-09 08:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Riga, Lettland (Portalurin) - Talan er um eitt av teimum trimum baltisku londunum. Fyrr var tað undir russiskum/sovjettiskum ræði. Í 2024 er Riga eitt sindur meira líkt einum vesturevropeiskum høvuðsstaði.

Her angar tó ikki beinleiðis nógv av fótbólti. Ísbóltleikur (ishockey) er tjóðarítróttur, og mett verður at tað og kurvabóltur eru betri umtókt enn fótbóltur, í landinum við líka undir tveimmum millónum íbúgvum. Tó eru nógvir pengar í lettiskum fótbólti, og RFS úr Riga er nú í Europa League deildarspælinum. Landsliðið hevur eisini okkurt at vísa á. Fyri júst 20 árum síðani var Lettland umboðað til EM-endaspælið í Portugal. Í 2004 vóru bert 16 lið við, og tað var mett sum eitt bragd, at lutfalsliga lítla landið var við – og fekk javnleik móti mæta Týsklandi.

Tað er tó langt síðani, at Premier League-spælarin Marian Pahars, Maris Verpakovskis, Vitaljis Astafjevs og aðrir myndaðu lettiska landsliðið. Tað hevur verið ígjøgnum eina niðurgongutíð og roynir nú at fóta sær og flyta seg frameftir. Í 2020 endaðu Føroyar frammanfyri millum annað Lettland í Deild D; niðastu deildini í Nations League. Harvið fóru okkara menn upp í Deild C. Fyri tveimum árum síðani tók Lettland fetið, sum kann gerast umráðandi fyri víðari menningina: Tað er nakað annað enn at spæla móti millum annað Liktinstein, San Marino og Andorra. Hetta noyddust lettar eisini at sanna í 1. umfari í Armenia leygardagin: Teir taptu 4-1.

Føroyar og Lettland spældu 1-1 javnleik í báðum inannhýsis dystunum fyri fýra árum síðani. Føroyar spældu eisini 1-1 leygardagin, tá hægst styrkismetta liðið í bólkinum, sambært listanum hjá FIFA, vitjaði á Tórsvølli. Nú skal fylgjast upp við góðum avriki og úrsliti í Riga, og møguleikin burdi verið har. Lettland var í niðasta styrkisbólki til lutakastið og er bert eitt pláss framannfyri Føroyar á FIFA-sytrkislistanum. Føroyar taptu 1-0 í Baltic Cup-dystunum millum londini her á leiðini í juni, men í hesum venjingardystinum sá føroyska liðið heldur øðrvísi út. Annars hava Føroyar ikki tapt í teimum fýra kappingardystunum móti Lettlandi. 

[object Object]
Meinhard Egilsson Olsen í nærdysti í Riga í 2020. Nú er vongurin við aftur til kappingardystir eftir skaða - og aftur í Lettlandi (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Sí eisini:
Meinhard Egilsson: - Skulu tora at siga at vit fara eftir sigrinum (Video)
Gunnar Vatnhamar biður um umbering (Video)
Hanus Sørensen: - Rótut til tíðir - nú fara vit til Lettlands eftir sigrinum (Video)

Viljormur Davidsen: - Kenslan er ok
Håkan Ericson: - Tað snýr seg um javnvág í heildarmyndini
Sølvi: - Landsliðið hevur tørv á undanvindi og at fáa fólk við

Eftir dystin á Tórsvølli móti Norðurmakedónia hava spælarar í samrøðum við Portalin sagt, at man veruliga skal tora og vilja fara út eftir stigum í Riga. Lætt verður tað avgjørt ikki í Lettlandi. Føroyum vantar framvegis nakrar profilar, liðini kunnu metast sum nøkulunda javnlíkar, og tað er sjálvdan, at føroyska A-landsliðið vinnur á útivølli. Seinasta dømi um hetta í kappingardysti var í Nations League í Andorra fyri fýra árum síðani. Annars var tað fýra ár frammanundan tað – í Lettlandi.

7. oktober 2016 vunnu Føroyar 2-0 í Riga. Sonni Ragnar Nattestad og Jóan Símun Edmundsson skoraðu málini – báðir eru við í hópinum hesaferð eisini. Talan var um eina góða tíð hjá A-landsliðnum, og var hetta í HM-undankappingini, har metið fyri stig í einari undankapping varð sett (9 stig).

[object Object]
Stórur partur av venjaratoyminum í góðum hýri við viðførisbandið í Riga í gjárkvøldið. Teir skulu í dag gera ætlanina fyri dystin í morgin greiða (Mynd: Sverri Egholm)

10. september 2024 snýr tað seg um at staðfesta eina góða byrjan uppá Deild C í Nations League. Til tess krevst stig og gjarna trý. Helst um dreymurin um meira enn 3. plássið í bólki 4 skal røkkast. Håkan Ericson hevur staðfest, at føroyingar helst skulu nøgdir við at verða verandi í deildini, men at málið í landsliðsleguni er hægri enn tað. Norðurmakedónia og Armenia eru á pappírinum nakað sterkari – Lettland er helst landið, sum Føroyar skulu halda undir sær. Dysturin í 2. umfari kann avgjørt skilmarka hetta landsliðsárið og nógv frameftir fyri Føroyar.

Føroyska ferðalagið kom uppá pláss seint í gjárkvøldið. Liðið hevur seinnapartin venjing og tíðinafund á Skonto Stadion, skamt her frá Raddison gistingarhúsinum. Portalurin verður til staðar, og hava vit ymiskt tilfar seinni.

Tøl: FaroeSoccer og FSF

Nations League Deild C, bólkur 4
2. umfar, týsdagin 10.09
17.00: Lettland - Føroyar -

Støðan:
1. Armenia 3 stig
2. Norðurmakedónia 1 stig
3. Føroyar 1 stig 
4. Lettland 0 stig 

Sí eisini: 
Lendu eftir midnátt eftir Lettlandi
Jóan Símun hevur nú spælt 90 A-landsdystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder