Eftir at hava verið á flogi í góðan hálvantriðja tíma, úr Wien í Eysurríki til Glasgow, vandi A-landsliðið við monnum seinnapartin týsdagin á Hampden Park, har HM-undankappingardysturin móti Skotlandi verður í kvøld klokkan 19:45.
Dagin fyri sjálvan dystin hevur útiliðið rætt til at venja í ein tíma á leikvøllinum, og áðrenn venjingina er tíðindafundur eisini altíð á skránni. Hetta eru Portalurin og aðrir føroyskir miðlar vanliga við til, men orsakað av koronustøðuni úti í heimi og reglugerðini hjá UEFA, eru eingi miðlar við hesuferð.
Myndir frá venjingini á søguliga leikvøllinum kunnu síggjast her
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar frá tíðindafundinum, at Håkan Ericson millum annað segði, at skotar, ið hann hevur stóra virðing fyri, ikki skulu vænta sær nakað "forerandi", og at føroyska liðið er komið til Glasgow fyri at prógva sítt virði - málið er heilt greitt at fáa okkurt heim aftur við.
– Tað búgva bara áleið 50.000 fólk í Føroyum, so vit verða nærum altíð mettir sum tað veikara liðið. Men vit hava bara tapt ein av seinastu átta kappingardystunum, og hvørjar ferð hava vit megna at skora mál. So tað er eingin ivi um, at Føroyar hava eitt gott landslið við nógvum góðum spælarum, ið allir hava nógvar góðar eginleikar. Í fótbólti er alt møguligt, og tað er tí møguleikanum vit fara eftir
Hallur Hansson, við fortíð í skotskum ungdómsfótbólti, er eftirhondini vanur við tíðindafundir (Mynd: Sverri Egholm)
Nógv tíð hevur verið nýtt til tann mentala partin, var liðformaðurin millum annað inni á (Mynd: Jens Kr. Vang)
Umframt landsliðvenjaran. var Hallur Hansson við á tíðindafundinum. Føroyski miðvallarin hevur áður búð og spælt í Skotlandi. Tað var í Aberdeen, har hann og Gilli Rólantsson spældu sum tannáringar. Skotsku fjølmiðlarnir vístu eisini stóran áhuga fyri liðformanninum
– Eg eri spentur til dystin, sum uttan iva verður enn ein stór avbjóðing. Seinastu dagarnar hava vit arbeitt nógv við tí mentala, tí vit eru greiðir yvir, at hetta verður strævið. Men vit eru klárir, og vónandi kunnu vit fáa eitt so mikið gott úrslit, at vit gera allar føroyingar ernar av landsliðnum.
Eins og Føroyar hevur Skotland spælt tveir dystir í undankappingini higartil. Og í báðum føri er endað við javnleiki. Í fyrsta dystinum gjørdist úrslitið 2-2 á heimavølli móti Eysturríki, og síðan 1-1 á útivølli móti Ísrael. Føroyar hava eitt stig fyri tveir dystir.
Landsdysturin mikukvøldið verður tann tíggjundi altjóða landsdysturin millum Skotland og Føroyar, skrivar fsf.fo. Skotar hava vunnið sjey av dystunum - tann eini var ein venjingarydystur í Aberdeen - meðan tveir eru endaðir við javnleiki. Báðir vórðu leiktir á Svangaskarði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald