Annað

- Vit eru nøgdir við innsatsin í dag

Liðið hjá Torkili Veyhe fekk mann inn á 13. pláss í Schelderprijs-kappingini.

Torkil Veyhe (Savnsmynd)

Torkil Veyhe (Savnsmynd)

2019-04-10 19:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast tað ikki eydnaðist fyri Riwal Readynez at fáa ein súkklara millum 10 teir fyrstu í belgisku súkklukappingini Scheldeprijs, so er føroyski Torkil Veihe væl nøgdur við avrikið hjá liðnum í dag.

- Hetta er ein kapping fyri springarar. Vit koyrdu fyri okkara sprintara, Nicolai Brøchner, hann gjørdist nummar 13, og tað er OK fyri okkum, staðfestir føroyski súkklarin, sum í dag fekk høvi at súkkla saman við fleiri av teimum heilt bestu súkklarunum í heiminum.

Hóast vindurin spældi ein stóran leiklut í byrjanini av kappingini í dag, so varð hon kortini avgjørd í einum hópspurti í málbýnum Schoten, nærhendis Antwerpen.

Og tað gjørdist 22 ára gamli niðurlendingurin Fabio Jakobsen, sum annað árið á rað, vann kappingina. Hann helt seg framat í oddinum saman við sterka liði sínum, QuickStep, og fáar metrar áðrenn málstrikuna, átti hann eitt ekstra gear, og kundi lættliga súkkla frá sínum kappingarneytum til síðst.

Fleiri óhapp har súkklarar máttu niður at merkja asfaltið ella brúgvasteinarnar hendu undir kappingini í dag, men sambært Torkili Veyhe sluppu teir undan óhappum.

- Vit sluppu tíbetur uttan um øll óhappini, men vórðu fangaðir aftan fyri nakrar ferðir, og máttu tí brúka orku upp á at súkkla hinar inn aftur. Vindurin spældi eisini sín stóran leiklut.

- Men vit sótu væl í kappingini, og vit eru væl nøgdir, sigur Torkil Veyhe.

Nicolai Brøchner gjørdist sum sagt nummar 13 og Rasmus Bøgh Wallin nummar 31. Torkil Veyhe kom á mál sum nummar 74. Hann og tveir liðfelagar komu um málstrikuna ein góðan minutt eftir niðurlendska vinnaran.

[object Object]
Fitt av vindi var í niðurlendska flatlendinum í dag

[object Object]
Fabio Jakobsen vann Seheldeprijs fyri aðru ferð

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder