Síðani nýggi landsliðsvenjarin, Lene Terp, tók við starvinum í vetur, hevur hon havt regluligar venjingar við hópinum og eisini spælt fleiri venjingardystir móti dreingjaliðum heima í Føroyum.
Nú bíðar fyrsta altjóða uppgávan, ið er Baltic Cup, sum Føroyar eru bjóðaðar við til. Umframt vertstjóðina Litava, taka Estland og Lettland eisini lut í kappingini, sum er skipað við hálvfinalum og síðani finalu og dysti um triðja og fjórða plássið.
Í hálvfinaluni í skulu Føroyar spæla móti Estlandi, og ta uppgávuna gleðir Ásla Johannesen seg til.
– Tað kennist væl at vera saman aftur. Vit hava havt nakrar góðar venjingar, og vit hava nógv at tosa um og venja okkum við, tí vit enn eru í einari integrerandi fasu saman við venjaratoyminum. Eg haldi, at tað gongur væl við tí, og vit kenna okkum væl fyrireikaðar til dystin í morgin, sigur Ásla Johannesen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.
Dystirnir í Baltic Cup eru partur av fyrireikingunum til HM undankappingina, sum byrjar í heyst
– Tað er umráðandi hjá okkum at brúka hesa dystarvenjingina til at fáa okkara spæl og avtalur at sita so væl sum gjørligt áðrenn undankappingina í heyst. So vit gleða okkum ótrúliga nógv til at spæla hesar dystirnar og fara sjálvandi eftir at vinna, sigur liðskiparin hjá Føroyum
Føroyar spæla móti Estlandi í morgin kl. 14.00 føroyska tíð, og dysturin verður stroymdur á hjá litaviska fótbóltsambandinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald