Fótbóltur

- Vit komu heldur illa frá byrjan

Øssur Hansen, landsliðsvenjari hjá U17 gentum, sigur at føroysku genturnar mentust nógv, hóast Aserbadjan vann uppiborið..

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2019-05-08 09:54 Author image
Ari av Rana

- Vit komu heldur illa frá byrjan, og longu eftir sjey minuttir vóru vit aftanfyri við tveimum. Men eftir hetta reistu okkara gentur seg ordiligani, og sum dysturin leið, so tordu tær betri at halda upp á bóltin, og føroyska spælið hekk meir saman. Vit komu eisini í nakrar góðar støður, men í avgerandi løtum manglaði tað síðsta, sigur Øssur Hansen, landsliðsvenjari.

Føroyska U17-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum tekur lut í UEFA menningarkapping í Minsk í Hvítarusslandi, tapti fyrsta dystin í kappingini. Mótstøðuliðið var Aserbadjan, sum vann 2-0.

- Aserbadjan vann uppiborið, men tað er einki at ivast í, at okkara gentur mentust nógv í hesum dysti, og vit gleða okkum av álvara til at sleppa á vøllin aftur, sigur Øssur Hansen.

Næsti dystur hjá føroyska liðnum verður hósdagin klokkan 10:00 (føroyska tíð), tá Kasakstan er mótstøðuliðið, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

Føroyar: 1. Hanna Hansen (M), 2. Birita Rasmussen, 3. Jórunn Justinussen, 4. Bergljót Hansen, 5. Nancy Einarsson, 6. Jenny Petersen, 7. Celia Toxborg (17. Sára á Líðarenda, 57’), 8. Karin Áslaksdóttir (liðskipari), 9. Ester Ellingsgaard (18. Kristina Nattestad, 77’), 10. Sunniva Willemoes (14. Fridrikka Clementsen, 16’) og 11. Malena Olsen.

Eykaspælarar: 12. Eyðbjørg Reynslág, 13. Rakul í Soylu og 16. Judith Rasmussen.

placeholder
placeholder