Fótbóltur

- Vit missa inntøkur og sakna eina leiðbeining viðvíkjandi praktiskum viðurskiftum

Næstformaðurin í EB/Streymi, Eyðstein Zachariasen, sigur, at støðan viðvíkjandi smittuvandanum skal takast í álvara, men at felagið hevði megnað at hýst dystinum í morgin við áskoðarum og í tráð við tilmælini frá heilsumyndugleikunum.

Fótbóltur í mansdeildini hjá monnum verður aftur við Margáir í morgin, men tað verður uttan áskoðarar orsaka av støðuni við coronavirusinum (Mynd: Sunda kommuna)

Fótbóltur í mansdeildini hjá monnum verður aftur við Margáir í morgin, men tað verður uttan áskoðarar orsaka av støðuni við coronavirusinum (Mynd: Sunda kommuna)

2020-03-07 16:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Sjálvandi skal smittuvandin takast í álvara. Trupulleikin er bara, at fyriuttan skrivið, ið FSF sendi út í gjár, so hava vit onga leiðbeing fingið, um hvussu vit skulu útføra hetta áskoðarabannið – um hvør kann koma til leikvøllin ella ikki og hvussu vit skulu skipa okkum, og tað er minni enn eitt samdøgur til dystin. So er tað bara eisini ein sannroynd, at tað gongur yvir tveir heimadystir hjá okkum, og tað vil siga mist inntøka. Talan er um stóran fíggjarligan miss fyri EB/Streym - helst ein upphædd á áleið 50.000 krónur. 

[object Object]
Eyðstein kom í nevndina hjá EB/Streymi í vetur  - hann sæst her nummar fýra í røðini frá vinstru (Mynd: EB/Streymur)

Hetta sigur Eyðstein Zachariasen, ið er næstformaður í EB/Streymi. Liðið tekur í morgin ímóti HB, men orsaka av tilmælinum hjá heilsumyndugleikunum viðvíkjandi almennum tiltøkum hevur FSF valt, at allir dystirnir tvey tey fyrstu umførini skulu spælast uttan áskoðarar. Eyðstein skilur væl støðuna sum er íkomin, og sigur at felagið tekur hetta í størsta álvar. Hann er tó harmur um, at tað rakar felagið. Sambært honum kundi EB/Streymur hýst dystinum við áskoðarum, uttan at víkja frá tilmælinum:

- Til heimadystir hjá EB/Streymi eru vanliga ikki omanfyri 500 fólk, kom ikki fyri í fjør til dømis, men fyri okkum missa vit eina inntøku næstu tveir dystir.  Mótstøðuliðið í morgin, HB, hevur til dømis ongan heimadyst fyrstu umførini og missur tí einki. Vit hava sett spritt upp allastaðni við Margáir og man kundi til dømis sagt í mesta lagi 300 áskoðarar, og so steðga vit søluni. Og so kundi man til dømis deild eingangshandskar út. Á tann hátt kundi man vart tey uppmøttu týðiliga, og víst, at man tekur trupulleikan í álvara.

FSF er í løtuni í gongd við at gera eina vegleiðing til feløgini, um hvussu dystirnir í morgin skulu fara fram. Hetta inniber millum annað, hvør kann fáa atgongd til dystirnar, og tað er júst slíkt, ið Eyðstein Zachariasen og aðrir nevndarlimir kring landið nú ivast í. Christian Andreasen sigur við Portalin, at í løtuni er støðan viðvíkjandi mistum áskoðara ikki er viðgjørd enn, og at tað møguliga kemur ein broyting til 2. umfar. Les meira um hvat forsetin í FSF sigur um støðuna um eina lítla løtu.

Les eisini: - Fótbóltssambandið tekur sjálvandi fult undir við tilmælinum

Gev tína meining til kennar: Fer FSF ov langt
                 


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder