Annað

- Vit royndu, men ongin slapp avstað

Næstseinasti teinur í Tour de Normandie varð súkklaður í dag.

Torkil Veyhe

Torkil Veyhe

2019-03-30 18:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað eydnaðist okkum at koma í eitt útbrot í dag, tað var bara ikki eg, men liðfelagin Tobias Kongstad, sum slapp avstað við einum bólki, og við honum frammi, so bar ikki til hjá mær at royna meg.

Soleiðis greiðir Torkil Veyhe frá túrinum í Tour de Normandie í dag, næstseinasti túrurin í kappingini fram við normandisku strondini.

- Tíverri vóru Tobias og hinir heintaðir innaftur tá vit høvdu súkklað um 90 kilometrar. Fleiri royndu at sleppa avstað. Eg var við í royndunum, men ongin fekk rættiliga loyvi at koyra avstað, greiðir Torkil Veyhe frá.

Tað av orku hann tá hevði eftir, brúkti hann at hjálpa liðfeløgunum Kim Magnussen og Jonas Aaen at halda sær frammi.

- Eg brúkti orkuna til at halda teimum frammi til seinastu brekku, og so rullaði eg í mál, sigur Torkil Veyhe.

Og tað merkir á úrslitatalvuni, at Torkil í dag endaði á 87. plássi yvir fimm minuttir eftir teir fremstu súkklararnar.

Aftur í dag var tað ein norðmaður, ið vann, nevniliga Trond Trondesen, sum súkklar fyri Team Coop. Hann vann við einum sekundi framman fyri stóra bólkin, har teir báðir liðfelagarnir hjá Torkili á Riwal Readynez sótu.

Ein annar norðmaður, Ole Forfang, framvegis í gulu leiðslutroyggjuni, og hevur ein hálvan minutt niður til tann næsta.

Seinasti teinur verður súkklaður í morgin. Talan er um 150 kilometrar frá Saint-Lô til málbýin Caen.

- Vónandi sleppi eg at royna meg aftur í morgin, sigur Torkil Veyhe.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder