Fótbóltur

07 Vestur basti fuglfirðingum

Tað eydnaðist ikki ÍF at finna málið á Dungasandi í kvøld. Tað gjørdi 07 Vestur, og vann dystin 1-0.

Rok á Dungasandi sum endaði við, at Bogi Reinert Petersen fekk reytt kort (Skíggjamynd: Televarpið)

Rok á Dungasandi sum endaði við, at Bogi Reinert Petersen fekk reytt kort (Skíggjamynd: Televarpið)

2021-06-14 21:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dystur millum nummar sjey og átta í landskappingini í fótbólti hjá monnum í Sørvági í kvøld. Til tíðir gekk tað hart fyri seg.

Og tað var stórur spenningur undan dystinum, tí ÍF hevur havt góða gongd seinastu dytirnar, og 07 Vestur skuldi royna seg við nýggjum venjara.

Einasta málið kom tá ein góður hálvur tími varð leiktur. Eftir eina frísparksstøðu í 34 minuttir endar bólturin hjá Martini Heilberg Pettersen, sum sendir bóltin í netið og leggur 07 Vestur á odda 1-0.

Meðan vágamenn fegnast um málið uppstendur ein dramatisk støða millum Boga Reinert Petersen hjá ÍF, og Predrag Jermic hjá 07 Vestur. Tað endar við at Predrag Jermicc liggur skerflatur, og má á børu av vølli. Bogi Reinert Petersen fekk reytt kort, og fuglfirðingar máttu spæla við bara tíggju monnum restina av dystinum.

Kortini var tað ÍF, sum hevði mesta spælið í dystinum, men mál fingu teir ikki.

Við sigrinum kemur 07 Vestur upp á 11 stig og kemur upp á eitt deilt sjeynda pláss í deildini.

07 Vestur - ÍF 1-0 (1-0)
34’ Martin Heiberg Petterson 1-0

Støðan í Betri deildini

1. KÍ 37 stig (13 dystir)
2. Víkingur 25 stig (12 dystir)
3. HB 24 stig (12 dystir)
4. NSÍ 21 stig (13 dystir)
5. B36 20 stig (12 dystir)
6. EB/Streymur 12 stig (12 dystir)
7. ÍF 11 stig (12 dystir)
8. 07 Vestur 11 stig (12 dystir)
9. B68 6 stig (12 dystir)
10. TB 2 stig (12 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder