Fótbóltur

07 Vestur gjørt sáttmála við svia og dana

Nicolai Dohn er miðvallari, sum spældi við Skála í fjør. 23-ára gamli Jonathan Flensborg kemur úr triðbestu svensku deildini - hann hevur eisini royndir úr Grikkalandi.

26-ára gamli Nicolai Møller Dohn spældi 22 dystir fyri Skála í 2024. Nú skal hann royna at styrkja sentrala miðvøllin hjá 07 Vestur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

26-ára gamli Nicolai Møller Dohn spældi 22 dystir fyri Skála í 2024. Nú skal hann royna at styrkja sentrala miðvøllin hjá 07 Vestur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-17 20:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

07 Vestur hevur seinasta samdøgrið kunngjørt tveir útlendskar spælarar afturat til hópin fyri 2025.

Talan er um ein verjukendan 26-ára gamla danskan miðvallara við royndum úr føroyskum fótbólti - sambært FaroeSoccer 22 dystir við Skála í Betrideildini í 2024 - og ein svenskan áleypara við royndum úr heimlandinum og úr grikskum fótbólti.

07 Vestur skrivar soleiðis um nýggjastu spælarar sínar

Nicolai Møller Dohn

07 Vestur hevur gjørt sáttmála við hartarbeiðandi miðvallarspælaran Nicolai Dohn. Nicolai er komin til landið, og hevði fyrstu venjingina við okkum í kvøld.

Nicolai er ikki ókendur í føroyskum fótbólti. Hann spældi seinasta kappingarár við Skála. Fryntligi danin byrjaði sína yrkisleið í AC Horsens, har hann eisini fekk spælitíð í Superliga. Síðani hevur hann spælt við Nykøbing FC, Skive IK, Skála og nú 07 Vestur.

Á verjukenda miðvøllinum hevur Nicolai leiklutin sum stríðsmaður. Hann er ikki bangin fyri at fara inn í duellir, og hann er sera hartarbeiðandi. Hann er eisini ein leiðaratypa. Tað verður eitt gott íkast til okkara hóp.


Jonathan Flensborg
Jonathan Flensborg eitur nýggi ungi áleyparin hjá 07 Vestur. Hann er 23 ára gamal og kemur úr triðbestu deildini í Svøríki, har hann skoraði 13 mál seinasta kappingarár við IFK Stocksund.

Hann hevur áður spælt í næstbestu deildini í Grikkalandi við Asteras Vlachioti, Apollon Kalamarias og Proodeftiki Neolea.

Jonathan er vælbygdur og ein fjølbroyttur álopsspælari. Hann hevur ferð, góða arbeiðsorku og teknikk.

Jonathan kom til landið hóskvøldið og vandi við okkum í gjárkvøldið. Hann verður helst at síggja á vøllinum í morgin, tá ið vit spæla venjingardyst móti TB á Tórsvølli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder