Fótbóltur

07 Vestur og B36 eitt stig í part

B36 javnaði í evstu løtu.

(Skíggjamynd: Tv.fo)

(Skíggjamynd: Tv.fo)

2022-10-08 20:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað bendi leingi á, at 07 Vestur fór at klára at standa ímóti trýstinum frá B36, men í síðstu løtu eydnaðist tað havnarmonnum at javna og tryggja sær ta eina stigið.

07 Vestur legði seg annars á odda í 18. minutti, tá Høgni Egilstoft Nielsen var síðsti maður á bóltinum.

Brian Jakobsen javnaði fyri B36 í 91. minutti.

Hjá 07 Vestur kom ta eina stigið kortini væl við, og teir eru nú javnir við B68 og hava 24 stig á sjeynda og áttanda plássið.

B36 hevur 38 stig, og er trý stig frammanfyri EB/Streym á fimta plássið, men sundalagsmennn og nettupp 07 Vestur hava ein útsettan dyst til góðar. Hann verður leiktur mikudagin.

Í morgin verða teir báðir seinastu dystirnir í 25. umfari tá KÍ-HB spæla í Klaksvík og Víkingur-NSÍ í Norðragøtu.

07 Vestur - B36 1-1 (1-0)
18' Høgni Egilstoft Nielsen 1-0
90' Brian Jakobsen 1-1

Betri deildin menn

1. KÍ 68 stig (24 dystir)
2. Víkingur 51 stig (24 dystir)
3. HB 49 stig (24 dystir)
4. B36 38 stig (25 dystir)
5. EB/Streymur 35 stig (24 dystir)
6. AB 27 stig (25 dystir)
7. B68 24 stig (24 dystir)
8. 07 Vestur 24 stig (24 dystir)
9. NSÍ 21 stig (24 dystir)
10. Skála 9 stig (25 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder