Fótbóltur

07 Vestur og B36 framskunda eisini sín dyst

Vánaliga veðrið sunnudagin fær 07 Vestur og B36 at framskunda dystin millum liðini til leygarkvøldið. Frammanundan eru longu tveir dystir fluttir fram til í morgin.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-07 22:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

07 Vestur og B36 hava flutt dystin millum liðini, sum skuldi vera sunnudagin klokkan 15. Dysturin er nú ásettur at spæla klokkan 18.

Orsøkin er eins og áður vánaliga veðrið, sum verður lovað sunnudagin.

Dystirnir B68-AB og Skála-EB/Streymur eru eisini framskundaðir og teir vera báðir klokkan 15.

Betri deildin menn 25. umfar

B68 - AB (Ley. 8. okt. 15:00)
Skála-EB/Streymur (Ley. 8. okt. 15:00)
07 Vestur - B36 (Ley. 8. okt. 18:00)
KÍ-HB (Sun. 9. okt. 15:00)
Víkingur-NSÍ (Sun. 9. okt. 15:00)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder