Stóri favoritturin við Løkin í kvøld megnaði ikki at avgera dystin, og við máli í 89. minutti kundu vágamenn fegnast um at fáa eitt stig við heim aftur til Sørvágs.
NSÍ legði annars út sum eitt óløgið, og Klæmint Andrasson Olsen legði heimaliðið á odda tá bara tveir minuttir vóru leiktir.
07 Vestur royndi at trýsta, og dysturin gjørdist rótuttur. Útiliðið hevði nakrar møguleikar áðrenn hálvleik, men so tók NSÍ yviraftur og burdi avgjørt í seinna hálvleiki.
Tað gjørdu teir ikki, men hinvegin var tað innskifti Ragnar Weihe, sum gjørdist dagsins maður hjá 07 Vestur og javnaði til 1-1 tá ein minuttur var eftir av vanligu leiktíðini.
NSÍ - 07 Vestur (1-1)
2’ Klæmint A. Olsen 1-0
89’ Ragnar Weihe 1-1
Støðan í Betri deildini menn
1. KÍ (22 stig)
2. HB (17 stig)
3. NSÍ (16 stig)*
4. Víkingur (15 stig)
5. B36 (13 stig)
6. EB/Streymur (8 stig)
7. ÍF (8 stig)
8. 07 Vestur (7 stig)*
9. B68 (5 stig)
10. TB (1 stig)
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald