Fótbóltur

07 Vestur stórar ætlanir á Dungasandi

Vágamenn mugu betra um umstøðurnar, um vøllurin á Dungasandi framhaldandi skal brúkast til Betrideildarfótbólt.

(Mynd: 07 Vestur)

(Mynd: 07 Vestur)

2022-10-08 16:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skal 07 Vestur halda fram at spæla Betri deildarfótbólt í Sørvági, mugu umstøðurnar betrast munandi. Og tað er eisini ætlanin.

Í dystarblaðnum fyri dystin móti B36 í kvøld, kemur fram, at stórar ætlanir eru um útbygging av leikvøllinum. Fyrsta byggistig umfatar áskoðararskýli. Harnæst er ein ætlan at útbyggja húsið, og eitt goymslurúm so útgerð kann standa trygg alt árið.

Eitt undantaksloyvi var fyri fleiri árum síðani givið til vøllin á Dungasandi, sum ikki livdi upp til treytirnar, sum vallir til bestu fótbóltseildirnar skulu lúka. Fyri at fáa undantaksloyvi, bygdi Sørvágs kommuna 300 sitipláss, men gjøgnum árini eru hesi sitipláss minkað niður í helvt.

Nú hevur FSF gjørt nýggja kunngerð um leikvallir, har sagt verður, at áður givin undantaksloyvir ikki kunnu væntast enurnýggjað, og at feløg, sum ikki høvdu góðkendan leikvøll undan kappingarbyrjan í 2022, beinanvegin skulu leggja skrivliga ætlan fyri FSF, um nær viðurskiftini skulu koma í rættlag.

Síðsta freist at fáa vøllin góðkendan er til kappingarbyrjan í 2024.

Formaðurin í 07 Vestur hevur lagt uppskotið fram fyri Sørvágs kommunu, og kommunustýrið skal síðst í hesum mánaðinum taka støðu til tað, stendur í 07 Vestur-blaðnum.

Jn.fo hevur fleiri myndir av spennandi æltanunum í Sørvági her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder