Fótbóltur

07 Vestur trý kærkomin stig í Trongisvági

Tveir skaðar og reytt kort gjørdu, at TB misti tamarhald á dystinum, sum 07 Vestur vann 4-2. Tvøramenn vóru annars á odda 1-0 í hálvleikinum.

(Skíggjamynd: Televarpið)

(Skíggjamynd: Televarpið)

2021-04-14 18:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað, sum byrjaði so væl fyri TB, endaði við einum 4-2 tapi móti 07 Vestur í Trongisvági seinnapartin.

Tvøramenn høvdu mesta spælið fyrsta partin av dystinum, og fingu mál longu í fimta minutti. Men so byrjaði at ganga skeiva megin hjá TB, og rætta vegin hjá 07 Vestur.

Royndu leikararnir Dánjal Godtfred og Rógvi Joensen máttu út við skaða í fyrra hálvleiki, meðan Samudeen Musah fekk seinna gula varð vístur av vølli. TB spældi tískil við tíggju monnum restina av dystinum.

Liðini vóru nærum ikki komin á vøllin í seinna hálvleiki tá Tór-Ingar Akselsen javnaði fyri 07 Vestur. Lítla løtu seinni var tað ein avlevering til TB-málverjan sum endaði við at kosta tvøramonnum eitt mál, og við máli frá Heina Mortensen aftana spæl í ein tíma, var 3-1 til 07 Vestur.

TB fekk møguleikan at koma inn í dystin aftur við brotssparki tá smáir 70 minuttir vóru leiktir. Bessijan Kastrati setti bóltin í netið til 3-2 og spenningur var í dystinum aftur.

Men stutt fyri leiklok avgjørdi Dann Fróðason dystin fyri 07 Vestur, og setti bóltin í netið til 4-2, sum eisini gjørdist úrslitið.

Trý kærkomin stig til 07 Vestur, sum reisir seg eftir 7-0 tapið móti HB síðsta sunnudag, og hálar seg upp á 6 stig. Ikki gott hjá TB, sum hevur fingið eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið. Tvøramenn liggja niðast á stigatalvuni við einum stigi.

6. umfar

TB - 07 Vestur 2-4 (1-0)
5' Einar Thorsteinsson 1-0
47' Tór-Ingar Akselsen 1-1
52' Sjálvmál 1-2
60' Heine Mortensen 1-3
64' Bessijan Kastrati 2-3 br.
84' Eiler Fróðason 2-4  

EB/Streymur - B68 (18:30)
NSÍ - B36 (19:00)
Víkingur - KÍ (19:00)
HB - ÍF (19:00)

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ (12 stig)
2. Víkingur (8 stig)
3. ÍF (7 stig)
4. HB (7 stig)
5. B36 (6 stig)
6. NSÍ (6 stig)
7. 07 Vestur (6 stig)*
8. EB/Streymur (2 stig)
9. B68 (2 stig)
10. TB (1 stig)*

*Ein dyst fleiri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder