Tá ungir svimjarar megna at svimja eina ávísa tíð, sum verður ásett av altjóða svimjimyndugleikarnir, verða tey heiðrað við nálum úr ymsum metalli.
Í sambandi við at FM-kappingin á stuttgeil varð hildin í Havn um vikuskiftið, vórðu 11 nálir handaðar. Tvær av teimum 11 nálunum vóru frá svimjistevnuni hjá Ægir í oktober, meðan hinar náltíðirnar vórðu tiknar á FM-stevnuni um vikuskiftið, skrivar heimasíðan svimjing.com.
Hesir svimjararnir fingu bronsunál:
Birita Vesturtún (fødd 2007) Fuglafjarðar Svimjifelag 3:14.22 í 200 metra bringusvimjing
Villiam M. Samuelsen (føddur 2005) Havnar Svimjifelag 1:03.44 í 100 metra frísvimjing
Teitur Winther (føddur 2005) SuSvim 5:01.89 í 400 metra frísvimjing
Rebekka Róðinsdóttir (fødd 2007) Fuglafjarðar Svimjifelag 32.84 í 50 metra frísvimjing
Oddvá S. Nattestad (fødd 2006) Havnar Svimjifelag 32.72 í 50 metra frísvimjing
Erling Erlendsson (føddur 2007) Havnar Svimjifelag 10:34.84 í 800 metra frísvimjing
Dávid Gislason (føddur 2005) Havnar Svimjifelag 10:39.03 í 800 metra frísvimjing
Andreas Winther Klit (føddur 2003) Havnar Svimjifelag 35.85 í 50 metra bringussvimjing (hann fær nálina handaða seinni)
Hesi fingu bronsunál við stjørnu:
Brandur A. Matras (føddur 2003) Ægir 2:11.07 í 200 metra frísvimjing
Hans Jacob Hjelm (føddur 2003) SuSvim 59.34 í 100 metra frísvimjing
Jónas á Bergi (føddur 2003) Ægir 26.83 í 50 metra frísvimjing
Hesin fekk silvurnál:
Jóhannis Erlendsson (føddur 2003) Havnar Svimjifelag 4:19.84 í 400 metra frísvimjing
Úrslitini frá FM-kappingini um vikuskiftið kunnu finnast á heimasíðuni hjá Svimjisambandinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald