12 svimjarar eru úttiknir til hópin, sum skal umboða Føroyar í svimjing á Oyggjaleikunum í summar í Gibraltar.
Harafturat verður aldrandi svimjistjørnan, Pál Joensen, tikin viðsum ’svimjandi venjari’, skrivar heimasíðan svimjing.com.
Svimjararnir eru seks menn og seks kvinnur: Úr Havnar Svimjifelag: Alvi Hjelm (1996), Bartal E. Eidesgaard (2003), Elisabeth Erlendsdóttir (2005), Eyðrið Mortensen (2003), Johan N. Dam (2002), Óli Mortensen (1996) og Vár E. Eidesgaard (2001). Úr Suðuroyar Svimjifelag: Róland Toftum (1998). Úr Ægir: Barbara Debes (2000), Rebekka Trygvadóttir (2004), Rókur Trygvason (2000) og Signhild Joensen (2000).
Svimjing.com skrivar, at Pál Joensen hartil verður við ”formliga sum svimjari, til um neyðugt at kunna styrkja um stafettirnar”. Men líka nógv sum venjari afturat teimum báðum Juan Jaime Arroyo Toledo úr Ægir, og Panagiotis Christou úr Havnar Svimjifelag.
Birita Debes úr Flot var upprunaliga eisini úttikin sum svimjari, men mátti melda avboð í síðstu viku. Svimjararnir eru øll tey sum hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir, umframt Bartal Eidesgaard og Barbara Debes, sum eru eyka úttikin vegna góð úrslit í hesi svimjihálvu.
Ferðaleiðari verður Randi Holm og fysioterapeutur Thurid Kjærbo. Hartil er Eyðun Húsgarð við sum føroyskt umboð í teknisku svimjinevndini hjá Oyggjaleikum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald