Annað

1200 fimleikarar sýna fram

Havnar Fimleikafelag hevur tríggjar framsýningar leygardagin.

2019-03-27 19:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi vikuskifti fara 1200 fimleikarar hjá Havnar Fimleikafelag at vísa hvat teir hava vant í vetur, tá felagið skipar fyri trimum fimleikaframsýningum í høllini á Hálsi. 

Havnar Fimleikafelag endar um vikuskiftið eitt væleydnað fimleikaár. Fimleikarárið verður rundað av við forvitnisligum framsýningum, har flestu íðkandi limirnir í felagnum, fara at vísa hvat teir hava vant í vetur.

Av tí at talan er um so nógv lið, er neyðugt at skipa fyri trimum framsýningum, har íðkararnir verða býttir upp í aldur. Framsýningarnar verða allar leygardagin 30. mars.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder