Annað

13 føroyskir leikarar til ISI-Cup 2019

Fyri fyrstu ferð hevur Badmintonsamband Føroya úttikið ein hóp av ungum leikarum til stóru kappingina í Midtjyllandi, har teir royna seg í dag.

Føroysi hópurin ávegis til Danmarkar
(Mynd: Badmintonssamband Føroya)

Føroysi hópurin ávegis til Danmarkar (Mynd: Badmintonssamband Føroya)

2019-03-02 12:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

ISI-Cup er ein stór opin kapping. Í ár luttaka uml. 600 leikarar úr Danmark, Týsklandi, Svøríki, Íslandi og Føroyum. Hetta skrivar Badmintonssamband Føroyar, ið hevur úttikið ein hóp við 13 leikarum til kappingina: 

U15M
Adhya Nandi, HBF
Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF

U17/19M
Sissal Thomsen, HBF
Lena Maria Joensen, KBF
Miriam í Grótinum, HBF
Jónas Djurhuus, HBF
Ari M. Jacobsen, KBF
Árant á Mýrini, MBF
Jónas Vágsheyg, KBF
Ari Nandi, HBF
Hans Elttør, KBF
Rúni Øster, HBF
Hákun Thorkildshøj Sigvardsen, HBF

Leikararnir hava fyrireikað seg væl til at møta sterku mótstøðuni, og í dag spæla føroysku liðini innleiðandi dystirnir í Herning leygardagin 2. mars. Hálvfinalur og finalur verða leiktar í Ikast sunnudagin 3. mars.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder