Annað

13 luttakarar til FM í talvi fyri gentur

Lisa J. Xin fekk fult stigatal, og hon, Durita Davidsen og Natasja Mørkøre vunnu sær rættin at umboða Føroyar til NM næsta ár. Slík luttøka er óvanlig, tað er FM fyri gentur eisini, og Talvsambandið fer at leggja meira fyri at fáa fleiri gentur at telva og halda teimum til.

Mynd: faroechess.com

Mynd: faroechess.com

2022-12-14 20:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin 11. desember var FM í talvi fyri gentur telvað í Skótahúsinum í Klaksvík. Heimasíðan Faroe Chess skrivar, at 13 gentur luttóku: 12 í U10 bólkinum og 1 í U12. Bólkarnir vórðu lagdir saman til eina kapping, og sjey umfør vórðu telvað.

Vinnarin av eldra bólkinum var Durita Davidsen úr Klaksvík. Hon fekk 6 stig útav 7, og bleiv tískil eisini nummar 2 í samlaðu kappingini. Við at luttaka hevur Durita vunnið sær rættin til at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið (NM) fyri gentur U12 í Svøríki í 2023.

[object Object]
Durita Davidsen saman við Anniku Steintórsdóttir Biskopstø og Herborg Hansen

[object Object]

Her verður Lisa J. Xin heiðrað 

[object Object]
Natasja Mørkøre, ið eisini skal umboð Føroyar til NM í Svøríki næsta ár (Myndir: faroechess.com) 


Lisa J. Xin úr Tòrshavn og Natasja Mørkøre hava eisini vunnið sær rættin at umboða Føroyar til norðurlandameistaraheitið næsta ár. Tær endaðu ávíkavist á 1. og 2. plássi í U10 bólkinum. Lisa vann við fullum stigatali. Bjørg Nolsøe Mørk úr Tórshavn og Andrea Gaard úr Klaksvík endaðu á javnsettum 3. plássi við 4 stigum í part.

Umframt medaljur og steyp til vinnarar fingu allir luttakararnir í kappingini gávu frá Klaksvíkar Kommunu, sum er ein eyðkenning av einum spennandi, nýggjum leisti innan Føroyska kvinnutelving. Gávan var ein hálsketa við eini frúgv í, og var hon handað av Anniku Steintórsdóttir Biskopstø, sum umboð fyri kommununa. Afturvið handanina var borðeitt við burgara og kips til luttakarar, systkin og avvarðandi hjá telvarunum - ein hugnalig løta eftir ein drúgvan, men sera spennandi kappingardag, sambært Talvsambandinum.

Fyrsta FM í tólv ár - fyrsta NM-umboðan í langa tíð

Sambært Talvsambandi Føroyar varð seintasta FM fyri gentur hildið í 2010, og áðrenn tað er ógreitt, hvussu langt aftur vit skulu fara - Tó er ein grein í Sosialinum í 1993 um eitt FM, har ið 23 gentur kappaðust í 3 ymiskum aldursbólkum.

Tað eru eisini nógv ár síðani, at Føroyar hava haft nakað umboð til NM fyri gentur, og ongantíð hava Føroyar megnað at manna eitt kvinnulandslið til aðrar altjóða kappingar. Ójavnt er hvussu nógvar gentur telva. Í onkrum tiðarskeiðum hava tað verið nógvar, men tað vísir seg at tær allar flestu velja at gevast eftir stutta tíð.

- Føroyar er ikki eindømi um, at tað er torðført at halda uppá kvinnutelvarar. Soleiðis er tað eisini í flest øðrum londum. Fáar kvinnur velja talv framum aðrar ítróttargreinar og onnur frítíðarítriv, og er hetta sera harmiligt. Tí júst talv er ítróttargreinin, har ið kvinnur og menn kunnu kappast á jøvnum føti, skrivar faroechess.com



[object Object]
Sára T. Olsen, Herborg Hansen, Hanna Jacobsen og Signhild Djurhuus ávegis til NM í Íslandi í 2010 (Mynd: faroechess.fo)

Tó eru dømi um lutfalsliga nógvar kvinnur, ið hava bjóðað heimselituni av, og bæði í 2008 og 2010 vóru tað ungar kvinnur, sum vunnu føroyameistaraheitið fyri unglingar - ávíkavist Herborg Hansen (Klaksvík) og Sára T. Olsen (Tórshavn)

- Tí kunnu manglandi evnir til at læra at telva ikki vera forðingin. Tvørturímóti tykjast ungu genturnar at hava serliga góð evnir til at hugsa seg gjølla um. Í mun til kappingina dagin fyri, NM úttøkukapping fyri børn og ung, har ið flestu luttakarar vóru dreingir, var gentukappingin munandi drúgvari, tí genturnar dugdu so væl at brúka tíðina tær høvdu á klokkuni.

[object Object]

Í Talvsambandi Føroya fegnast tey um at síggja so nógvar heilt ungar luttakar til FM í talvi fyri gentur 2022, og at hetta vónandi verður ein byrjan uppá at kvinnutelving endiliga, veruliga fer at gera um seg í Føroyum. Í øllum førum síggjast menningarmøguleikar, og ætlanin er at leggja størri dent á millum annað tað sosiala í tí.

- Tekin er uppá at okkurt serligt skal til fyri at eggja størri luttøku av gentum í talvi. Nógvar kvinnukappingar verða skipaðar í londunum kring okkum, har ið serligur dentur ofta verður lagdur á tað sosiala í tiltakinum. Kanska tí at gentur hava brúk fyri at finna saman, soleiðis at tær ikki kenna seg einsamallar ímillum allar dreingirnar sum luttaka í ítróttargreinini. Tílíkum leisti fer Talvsamband Føroya framyvir at arbeiða við og royna at eggja fleiri gentum til at telva – við vónini um at einaferð megna at manna eitt føroyskt kvinnulandslið til altjóða kappingar.

[object Object]


Mynd: faroechess.com - har ber til at síggja fleiri myndir frá kappingini 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder