Stóra siðbundna tenniskappingin, Wimbledon, er nú farin í gongd, og mest óvæntaða úrslitið í fyrsta umfari var at 39 ára gamla Venus Williams, sum fyrr hevur vunnið kappingina, longu er úti.
At hon varð sligin út er kanska ikki tað mest óvæntaða, men at hon varð sligin út av eini 15 ára gamlari gentu, var óvæntað.
Tað var ikki hugsað um Cori Gauff, tá Venus Williams í 2000 vann Wimbedon á fyrsta sinni av tilsamans fimm.
Cori Gauff (Mynd: EPA)
Í gjár var 15 ára gamla Cori Gauff, sum eisini er úr USA, ein tryggan sigur á 6-4, 6-4 á fyrrverandi meistaranum, sum í løtuni er nummar 44 á heimsstyrkilistanum.
Unga amerikanska gentan mátti spæla undankapping áðrenn hon slapp við til sína fyrstu grand slam-kapping sum vaksin. Men longu í 2017 var hon við í finaluni í US Open fyri juniorar. Ta ferðina tapti hon. Í fjør vann hon French Open fyri juniorar.
Venus Williams hevur tilsamans vunnið sjey grand slam-kappingar, seinast í 2008. Hon spældi seg í finaluna í Wimbledon so seint sum fyri tveimum árum síðani.
Venus Williams (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald