Annað

16 føroyameistarar í borðtennis, judo og badminton funnir í gjár

Stórur FM dagur var í Høllini á Hálsi í gjár.

Mynd: KVF

Mynd: KVF

2019-04-28 12:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var Kontrast FM, har 16 finalur um føroyameistaraheiti í trimum ítróttargreinum skuldu spælast í Høllini á Hálsi.

Talan var um fýra mansfinalur og tvær kvinnufinalur í judo, og einmansleikir hjá monnum og kvinnum, blandaður tvímansleikur og tvímansleikir hjá kvinnum og monnum í bæði badminton og borðtennis.

Føroyameistarar í judo gjørdist hesir:

  • Dánjal á Krákusteini úr Havnar Judofelag, - 66 kg
  • Silja Johannesen úr Sunda Judofelag, - 63 kg
  • Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag, - 73 kg
  • Anna á Fløtti Antoniussen úr Klaksvíkar Judofelag, + 63 kg
  • Nicolai Skoubo úr Havnar Judofelag, - 81 kg
  • Edvard Johannesen úr Sunda Judofelag, opin bólkur

Í borðtennis gjørdist Durita Fríðadóttir Jensen føroyameistari í einmansleiki hjá kvinnum fyri triðju ferð, skrivar Kringvarpið, meðan beiggi hennara, Fróði Fríðason Jensen gjørdist føroyameistari í einmansleiki hjá monnum.

Eisini vunnu hesi bæði blandaða tvímansleikin.

Føroyameistarar í tvímansleiki hjá kvinnum vunnu systrarnar Anna og Rakul Mikkjalsdóttir, og hjá monnum vunnu Fróði F. Jensen og Hallur Thorsteinsson.

Í badminton gjørdust Rannvá Djurhuus Carlsson føroyameistari í einmansleiki hjá kvinnum, og Bartal Poulsen gjørdist føroyameistari í einmansleiki hjá monnum.

Í blandaðum tvímansleiki vunnu Benjamin Gunnarstein og Rannvá Djurhuus Carlsson, og Benjamin Gunnarstein vann aftur í tvímansleiki hjá monnum saman við Magnus Dal Christiansen. Í tvímansleiki hjá kvinnum vunnu Rannvá Djurhuus Carlsson og Gunnvá Jacobsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder