Venjingarnar í leikaramenningini byggja á og fylgja føroyska leistinum og læruætlanini hjá HSF. Eisini verður dentur lagdur á samansjóðing og toymismenning millum feløg og kyn.
Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya, sum í vikuskiftinum savnaði heili 175 leikarar úr øllum landinum til HSF-leikaramenning við Streymin, har venjing var í høllini og gisting í skúlanum.
Leikaramenningin var fyri gentur og dreingir fødd í 2008 og 2009 - also spælarar sum eru 13-14 ár.
- Leikararnir vóru saman til hondbóltsvenjing, framløgu um styrkivenjing og spæliætlan, skaðafyribyrgjandi venjing og málverjavenjing. Fleiri landsliðsvenjarar luttóku sum gestvenjarar, og Sebastian Christensen helt framløgu um kropsliga venjing.
- Vikuskiftið var fyriskipað í samstarvi við EB, og skulu tey hava eina stóra tøkk fyri eitt væleydnað vikuskifti í Skúlanum við Streymin
Venjarar hjá gentunum, sum eru føddar í 2008 og 2009, er David Edvardsen, meðan Terji Mørk venur dreingirnar føddir 2008 og 2009.
Leikaramenningin er ein fastur og umráðandi partur í kalendaranum hjá Hondbóltssambandi Føroya. Hetta er níggjunda árið á rað, at HSF skipar fyri leikaramenning. Hesi árini hevur HSF ment og tillagað tilboðið, sum er ætlað sum eitt ískoyti til dagligu venjingina í feløgunum, skrivar heimasíðan.
.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald