Betrideildin hjá monnum fór av bakkastokki í vikuskiftinum. Sum vant var í høvuðsheitinum ikki talan um so flott fótbóltsspæl, hóast fleiri lið vístu heilt góðar taktir og fingu flott mál.
Hetta var millum annað galdandi fyri B36 og teirra trý mál í Sarpugerði, ið øll komu eftir skjótt samanspæl og síðani fløt innlegg/cutback. Tríggir ymiskir málskjúttar vóru - millum annað nýggi onglendingurin á miðvøllinum, ið vísti góðar taktir. Hjá HB skoraðu nýggir donsku spælararnir hvør sítt mál í fyrra hálvleiki: Hjá Mattias Præst Nielsen (AB í seinnu hálvu í fjør) var talan um hansara fyrsta mál í Betrideildini, og tað kom eftir gott saksaspark. Málið hjá Mikkel Dahl var eftir gott uppspæl í vinstru, og tað var málið hjá innskifta Jákup Thomsen til 4-1 eisini.
HB fekk harvið sínar áleyparar í gongd. Nýggi áleyparin hjá 07 Vestur gjørdi eisini sítt: Eitt klassiskt "Uros-mál" avgjørdi dystin móti ÍF leygarkvøldið, og ungi lokali áleyparin hjá EB/Streymi vísti, at hann kann við deyðbóltum: Við lúnskum frísparki legði Gutti Dahl-Olsen EB/Streym á odda, og hann skeyt eisini bóltin innfyri í samband við hornasparkið, sum leiddi til 2-0 máli á Eiði.
Í B36 kunnu tey higartil fegnast um Taufee Skandari. Hann og Luc Kassi úr KÍ høvdu í gjár tað til felags, at teir skoraðu í fyrstu royndini í Betrideildini yvirhøvur (Myndir: Sverri Egholm)
At Páll Klettskarð skorar við Djúpumýru er ikki nøkur óvanlig sjón - í gjár gjørdi 9'arin hjá KÍ tað fýra ferðir (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Miðáleyparin hjá KÍ helt fram, har hann slapp. Í síðsta umfari í fjør skoraði Páll Andrasson Klettskarð ikki minni enn fimm ferðir móti Skála, og í gjár gekk tað útyvir TB, sum fekk oyruni í KÍ-maskinuna, ið tyktiskt vælsmurd. Fýra ferðir noyddist ungi danski málverjin, Andreas Hoff, í málið eftir bóltin, tí Páll hevði stútað ella sparkað hann í meskarnar. 32-ára gamli áleyparin hevur nú 170 mál í Betrideildini, sambært Faroesoccer, og Páll Klettskarð var tann einasti spælarin, sum í vikuskiftinum skoraði fleiri enn eitt mál.
Samanlagt komu nítjan mál (beint undir fýra í miðal) í 1. umfari í Betrideildini. Hetta eru fimm færri í fjør, tá næstan fimm mál komu í miðal fyri hvønn dysti. Í 2021 komu tó ikki fleiri en 16 mál - beint yvir trý í miðal - í 1. umfari.
Øll málini frá 1. umfari kunnu síggjast í samandráttunum hjá Televarpinum her.
Heimasíðan bolt.fo hevur eisini gjørt upp, at sjey av teimum 15 málskjúttunum í umfarinum komu til núverandi felag sítt í vetur. Luc Kassi (KÍ - Noregi) og Taufee Skandari (B36 - Ongland) eru heilt nýggir í føroyskum fótbólti
Betrideildin menn 2023, 1. umfar
Leygardagin 04.03
07 Vestur - ÍF 1-0 (0-0)
84' Uros Stojanov 1-0
Sí eisini: Uros: Hava arbeitt við júst hasum til venjing - serligt at skora móti ÍF
Í gjár, sunnudagin 05.03
Víkingur - B36 0-3 (0-1)
30' Bjarki Nielsen 0-1
48' Magnus Egilsson 0-2
72' Taufee Skandari 0-3
HB - B68 4-1 (3-1)
16' Sebastian Lau Nielsen 0-1
22' Mattias Præst Nielsen 1-1
27' Mikkel Dahl 2-1
40' Mads Borchers 3-1
81' Jákup Thomesen 4-1
KÍ - TB 7-1 (3-0)
25' Páll Klettskarð 1-0
31' Luc Kassi 2-0
40' René Shaki Joensen 3-0
59' Páll Klettskarð 4-0
64' Páll Klettskarð 5-0
66' Sjálvmál 6-0
76' Páll Klettskarð 7-0
85' John Villi Wøldike Leo 7-1
EB/Streymur - AB 2-0 (2-0)
19' Gutti Dahl-Olsen 1-0
45' Rógvi Egilstoft 2-0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald