Stóra steypavikuskifti í hondbólti er í ár á skránni nakað seinni enn vanligt. Stórhøllin á Hálsi verður síðsta vikuskifti í februar karmur um 19 finalur.
Byrjað verður fríggjakvøldið við finalunum hjá gentum 16 og dreingjum 16. Lagt verður aftur til brots klokkan níggju leygarmorgunin - heilt stóru dystirnir hetta vikuskifti eru síðst á skránni leygardagin 25. februar. Kvinnurnar spæla klokkan 16.30, og mansfinalan fer í gongd klokkan 19.
Fleiri hálvfinalur eru spældar seinastu tíðina, men tað manglar millum annað at finna finaluliðini hjá teimum vaksnu. Hálvfinalurnar hjá kvinnum verða spældar mikudagin 15. februar og leygardagin 18. februar. Hálvfinalurnar hjá monnum eru á skránni hóskvøldið 16. februar og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 19. februar.
Finaluvikuskiftið endar við sjey finalum sunnudagin. Tá er tann fyrsta finalan tann hjá Eydnudeildini.
Yvirlit yvir steypafinalurnar 2023:
Fríggjadagin 24. februar:
18.30 – Gentur 16
20.00 – Dreingir 16
Leygardagin 25. februar:
09.00 – Gentur 10B
09.40 – Dreingir 10B
10.20 – Gentur 12B
11.15 – Dreingir 12B
12.10 – Gentur 10A
12.50 – Dreingir 10A
13.30 – Gentur 12A
14.20 – Dreingir 12A
16.30 – Kvinnur
19.00 – Menn
Sunnudagin 26. februar
12.50 – Eydnudeildin
13.30 – Gentur 14B
14.30 – Dreingir 14B
15.30 – Gentur 14A
16.30 – Dreingir 14A
17.30 – Gentur 18
19.00 – Dreingir 18
Hondbóltssambandið setti atgongumerki til vaksnamannafinalurnar til sølu á atgongumerki.fo í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald