Annað

21 luttakarar til FT GameJam í vikuskiftinum

Bólkurin WELLBEINGS, við spælinum LAST DROP, vann kappingina. Sambært dómarunum kann spælið koma út á heimsmarknaðin.

Teir fimm í vinnarabólkinum: Allan Korsager Davidsen, Bartal Clementsen, Rói Holgarsson, Kristjan Gásadal og Baldur Meitel (Mynd: iverksetan.fo)

Teir fimm í vinnarabólkinum: Allan Korsager Davidsen, Bartal Clementsen, Rói Holgarsson, Kristjan Gásadal og Baldur Meitel (Mynd: iverksetan.fo)

2019-09-23 15:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Árliga FT GameJam hevur verið í vikuskiftinum í Klingruni hjá Føroya Tele.

Íverksetarahúsið og Føroya Tele skipa fyri kappingina, har tað snýr seg um at gera kappingarfør telduspøl í Føroyum.

Í 48 tímar framleiddu luttakarnir eitt telduspæl, har temaði í ár var ” Tey 17 Heimsmálini”.

Vinnarin í ár gjørdist WELLBEINGS, ið gjørdi spæli LAST DROP. Grundgevingin frá dómsnevndini var, at bólkurin vann við tí grundgeving at spælið var sera orginalt, góður spenningur, eitt gjøgnumhugsa konsept og dómarnir sóu eisini góðar møguleikar, at koma út á heimsmarknaðin við hesum spælinum.

Til ber at lesa meira á heimsíðuni hjá Íverksetarahúsinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder