Fótbóltur

250 næmingar í 5. flokki til Vágs at spæla skúlafótbólt

Mikudagin verður umfarið hjá 5. flokkunum kring landið. 40 prosent av øllum næmingum í árganginum eru tilmeldaði.

Mynd: Skúlafótbóltur

Mynd: Skúlafótbóltur

2018-11-12 21:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikudagin verður umfarið hjá 5. flokki í Skúlafótbólti í Marghøllini í Vági. Tilsamans eru umleið 250 næmingar í 5. flokki tilmeldaði svarandi til útvið 40 prosent av øllum næmingunum í 5. flokki í fólkaskúlanum.

Tilsamans 32 lið fara at kappast í dreingjaliðum, gentuliðum og blandaðum liðum. Liðini koma úr 12 skúlum úr øllum landinum.

Byrjað verður kl. 11.30 og hildið verður so áfram til umleið kl. 16.30, tá tað er greitt hvørji lið í 5. flokki hava spælt seg til finaluumfarið, sum verður fyrst í mai 2019.

Umframt at spæla fótbólt, so fara næmingarnar eisini at svimja í Páls Høll og fáa eisini møguleikan at royna klatriveggin í Marghøllini.

Áskoðarar eru sjálvsagt vælkomnir at hyggja eftir Skúlafótbólti í Marghøllini, siga fyriskipararnir.

Skúlafótbóltur er skipaður í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder